Er støðan framvegis tann, at røktarsjúklingar eru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað er ein spurningur, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.
Hann vísir á, at áður hevur tað verið frammi, at fólk, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsið, verða liggjandi, tí tey hava onga aðrastaðir at fara, men í royndu og veru áttu tað at verið røktarheimum ella øðrum bústovnum runt landið.
Men nú spyr Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, um støðan er broytt, ella um fólk enn noyðast at liggja ásjúkrahúsum tí tey ongastaðni hava at fara. Ig hann vil eisini hava at greiði á, hvussu nógv av hesum eru yvir 67 ár, og hvusssu nógv eru undir 67, og somuleiðis spyr hann, hvussu leingi tey hava ligið.
– Av tí at samfelagið ikki maktar at hýsa hesum fólkum á bústovnum ella ellisheimum, liggja tey ofta leingi á sjúkrahúsunum og bíða eftir røktarplássi.
– Landið hevur ábyrgdina av borgarum undir 67 ár og kommunurnar hava ábyrgdina av borgarum yvir 67.
Men liggja nøkur av hesum á sjúkrahúsi, tí at tað ikki er pláss fyri teimum nakrastaðni, er tað ein keðiliga støða, sum krevur nógv av heilsuverkinum. Men ikki minst krevur tað nógv av næstringunum hjá teimum røktarkrevjandi, heldur løgtingsmaðurin.