Vil hava at vita um Rigmor eigur orðini

Tingmaður vil hava at vita, um Rigmor Dam hevur sagt, at Posta skal avtakast um partafelag og gerast aftur til almennan stovn?

Hevur hon sagt, at Posta skal avtakast um partafelag og gerast aftur til almennan stovn?

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, trýr ikki rættiliga upp á tíðindi, hann hevur lisið á info, har Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum er endurgivin fyri at siga, at hon heldur, at Posta átti aftur at verið gjørt til ein almennan stovn.

 

Tað var í kjalarvørrinum av, at Posta hevur givið bløðunum boð um, at gjaldið fyri útbering hækkar 1. apríl. Rigmor Dam hevur arbeitt við uppskoti um miðlastuðul, sum er á veg til aðru viðgerð Løgtinginum nú, og sum tað tykist vera stórur meiriluti fyri. Fyri bløðini merkir tað, at hesin møguligi stuðul í stóran mun skal berast aftur til landið gjøgnum hækkað útberingargjald til Posta.

 

Í grein 52 spurninginum, sum Kári P. Højgaard hevur sett landsstýriskvinnuni, spyr hann soleiðis:

 

Hevur Rigmor Dam sagt tey orðini, hon verður endurgivin fyri á in.fo 1. mars 2017, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn?

 

At hækkanin av kostnaðinum fyri blaðútbering fer avstað við øllum miðlastuðlinum?

 

At hetta ikki er í tráð við samgonguskjalið?

 

Hvørji ítøkilig stig fer landstýriskvinnan at taka í hesum máli?

 

Kári P. Højgaard greiðir í viðmerk til fyrispurningin frá, at 1. apríl 1976 varð postverkið yvirtikið sum málsøki og fekk navnið Postverk Føroya.

 

– Í 2005 bleiv Postverk Føroya umskipað frá almennum stovni til almenna partafelagið Posta. Henda umskipan hevði breiða undirtøku í løgtinginum, har allir teir fýra stóru flokkarnir atkvøddu fyri umskipanini, meðan Sjálvstýri og Miðflokkurin vóru ímóti grundað á, at Postverk Føroya var ein vælvirkandi stovnur við góðari tænastu til allar borgarar í landinum, sigur Kári P. Højgaard, og heldur fram:

 

– Ivasemi tá var stórt, hvussu ein slík umskipan fór at ávirka stovnin og tænastuna til borgaran kring landið.

 

– Spurningurin verður settur, tí landstýriskvinnan í mentamálum alment hevur fráboðað, at Posta skal avtakast sum partafelag, og hon ikki vildi svara, tá ófráboðaðir fyri-spurningar vóru á skrá, men bað um at fáa spurningin skrivliga, sigur Kári P. Højgaard.