Vit mugu fáa trygd fyri, at alt er farið fram eftir reglunum. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, nú Bakkafrost letur kryvjivirkið í Vági aftur í nakrar mánaðir, og hevur sent 40 fólk til hús.
Tí hevur hon nú biðið Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, greiða frá, um alt er farið fram eftir reglunum.
Tað hevur av álvara vakt ans í Suðuroy, at Bakkafrost hevur sagt 40 fólkum úr starvi, samstundis sum at laksur er fluttur norðureftir til virkingar, og í gjár bað eisini Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, landsstýrismannin, greiða frá málinum.
Sostatt skal landsstýrismaðurin nú svara tveimum spurningum um alt er rætt farið fram í hesum máli
Sirið Stenberg vísir á, at tað rakar bæði tey uppsøgdu, og lokalsamfelagið, ómetaliga hart.
Hon sigur, at tað hava fyrr verið tíðarskeið við ongum arbeiði, og tað var eisini væntandi, at arbeiði fór at liggja stilt eina tíð tíðliga í ár.
– Men nú nakrir dagar eru farnir av árinum eru 40 fólk søgd úr starvi við boðum um, at arbeiði nokk byrjar aftur í summar, sigur hon
Hon vísir eisini á, at samstundis er laksur úr aliringum í Suðuroy, fluttur norðureftir at verða virkaður, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.
– Í nýggju alilógini er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni, staðfestir Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at landsdjóralæknin kann gera í sambandi við sjúku, og Heilsufrøðiliga starvsstovan kann eisini geva undantak, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi, sum alarin ikki hevur ávirkan á, ella kann verja seg fyri.
Tí vil hon nú hava Helga Abrahamsen at greiða frá málinum og um neyðugu undantøkini eru givin til at flyta laks úr Suðuroy og norðureftir til virkingar, og hví undantøk eru givin í hesum føri.
Annars hevur Bakkafrost víst á, at tað verður meiri laksur fluttur norðan eftir til Suðuroyar til virkingar, enn tað verður fluttur laksur úr Suðuroy til virkingar norðanfyri.
https://www.in.fo/news-detail/news/meiri-laksur-fluttur-til-suduroyar-enn-ur-suduroy/Les meiri um tað her: Meiri laksur fluttur til Suðuroyar enn úr Suðuroy