Vil hava at vita um Johan Dahl hevði ein fingur við í spælinum

Hevði Johan Dahl ein fingur við í spælinum, tá ið Petur Holm varð sagdur úr starvi sum stjóri í Smyril Line.

Tað vil Sjúrður Skaale, uttanfloks tingmaður, nú hava at vita.

Tí hevur hann spurt landsstýrismannin í vinnumálum um hann hevði nakra beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkan á avgerðina, tá ið Petur Holm varð uppsagdur sum stjóri í Smyril Line.

Hann vil eisini hava at vita, um nevndin í Smyril Line kunnaði landsstýrismannin um orsøkina til uppsøgnina, áðrenn hon varð sett í verk, ella aftan á.

Sjúrður Skaale staðfestir, at tilsamans er ógvuliga nógvur almennur peningur settur í privata partafelagið Smyril Line, og politiski myndugleikin velur meirilutan av limunum í nevndini.

- Tí hevur raksturin av hesum felagi almennan áhuga.

Sjúrður Skaale hevur áður biðið Vinnumálaráðið um innlit í tey skjøl, sum møguliga vórðu latin landsstýrismanninum í sambandi við, at fyrrverandi stjórin varð sagdur úr starvi.

- Men svarið hevur verið, at ráðið eingi slík skjøl hevur.

Tí vil Sjúrður Skaale nú hava at vita um nakað munnligt samskifti hevur verið millum nevndina og landsstýrismannin um henda spurning.