Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, segði, at 250.000 krónur eru settar av á fíggjarlógini í ár til eina demensætlan.
Sirið Stenberg segði, at arbeitt verður við at lýsa eitt samskiparastarv, sum so kann byrja at virka seinna hálvár í ár.
Annika Olsen, Fólkaflokkurin, segði,a t sum hon minnist, so kostar ein demensætlan 2,5 milljónir krónur. Tí vildi hon vita, hvussu langt 240.000 krónur røkka.
Landsstýriskvinnan váttaði, at demensætlanin kostar meira, men at tað hevur týdning at skjøtil verður settur á málið.











