Vil hava at vita nær vegurin verður liðugur

Tað hevur ikki verið politiskur vilji til at gera vegin lidnan – men tað tykist tað at vera nú

Nær verður vegurin til Selatraðar gjørdur liðugur.

 

Tað vil Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, nú hava at vita frá Henrikki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum.

 

Og nú skal hann sostatt greiða Løgtingingum frá, hvørjar ætlanir hann hevur við hesum vegastrekkinum, sum er ein smalur vegur upp á einar 10 kilometrar. Tingkvinnan vil eisini hava at vita, nær tað er væntandi, at vegurin verður liðugur, og hvaðani ætlanin er at fáa grót til endamálið.

 

Hon vísir á, at samgongan er samd um at peningingur skal setast av til selatraðarvegin í 2018, og tí vil hon hava at vita akkurát, hvør ætlanin er við hesum vegastrekkinum.

 

Landsverk hevur áður mælt til at játta ímillum tvær og fimm milliónir krónur um árið til at breiðka vegin fyri, men higartil hevur tað ikki verið undirtøka fyri at gera hann lidnan, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

– Nú sær so loksins út til, at politiskur vilji er at gera arbeiðið liðugt, og tí hevði verið gott at fingið at vitað, hvussu farið verður fram, hvat restar í av pengum, og nær vit kunnu vænta, at arbeiðið er liðugt, sigur hon.