Vil hava at vita nær Henrik Old heldur orð

– Vit hava fingið lyfti um, at Ternan skal takast úr Nólsoyarsiglingini fyri at sigla um Skopunarfjørð afturat Teistanum, sigur Løgtingsmaður

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lovað, at Ternan skal setast í sigling ímillum Gomlurætt og Skopun, afturat Teistanum.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, sum hevur sæti á Løgtingið fyri Fólkaflokkin fyri Jákup Mikkelsen, sum er í farloyvi Og nú vil hann hava at vita, nær tað verður veruleiki. Og samstundis vil hann hava at vita, hvussu ætlanin er at tryggja nólsoyingum nøktandi ferðasamband, tá ið Ternan er farin í sandoyarsiglingina.

 

Brandur Sandoy sigur, at tað var seinast, Teistin hevði tekniskar trupulleikar, at  landsstýrismaðurin lovaði, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum.

 

– Øll sum dagliga ferðast um Skopunarfjørð, ásanna, at Teistin er alt ov lítil til tann flutning, sum er um Skopunarfjørð frá páskum, til eina ferð í oktober. Tørvur er sostatt á eini bilaferju afturat, sum kann røkja siglingina um Skopunarfjørð, tá fløskuhálsar eru, og tað er serliga um summarið, sigur Brandur Sandoy.

 

– Sandoy er sera ferðafólkavinarlig, og nógvar barnafamiljur vitja oynna um summarið. Hetta er gleðiligt, men samstundis er tað ein avbjóðing at flyta allar teir bilarnar, ið hesir summargestir hava við sær, um Skopunarfjørð, sigur løgtingsmaðurin.



– Samstundis vita vit, at virksemið í sambandi Sandoyartunlinum fer at krevja nógv av siglingini um Skopunarfjørð og vit mugu tryggja, at fiskavirkingin í oynni ikki verður darvað av, at ferðasambandið er ov vánaligt, leggur hann afturat.