Vil hava at vita hvussu nógv tey privatu hava fingið burturúr

Løgtingskvinna vil hava tølini á borðið

Vil hava at vita hvussu nógv koronu-kanningar hava kostað

 

 

 

Løgtingskvinna vil hava tølini á borðið

 

Nú skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiða frá, hvussu nógv landskassin og heilsuverkið hava goldið privatu fyritøkum fyri at gera koronukanningar.

 

Tað er Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum nú vil hava tølini á borðið. 

 

Tí spyr hon landsstýrismannin, hvussu nógv hevur landskassin og heilsuverkið higartil hava rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av koronukanningum síðani í mars mánað í fjør, tá iå koronufarsóttin byrjaði

 

Beina Løwe Jacobsen vísir á, at í fjør gjørdi Landssjúkrahúsið av at útveita koronukanning til privatar fyritøkur at gera. Men sambært upplýsingum frá  landsstýrismanninum sjálvum í desember í fjør, varð Heilsufrøðiliga Starvsstovan ongantíð spurd um at gera hesar kanningar.

Nú er skjótt hálvtannað ár farið, síðan koronufarsóttin rakti landið, og tí vil Beinta Løwe Jacobsen nú hava tølini á borðið.