Tað er ikki at finna nakrastaðni, hvussu nógv íslendsk skip fiska undir Føroyum, og, hvussu nógv tað er vert. Tað staðfestir Henrik Old, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin, og tí havur hann nú biðið Høgna Hoyda, landsstýrismann í fiskivinnumálum um eina frágreiðing um hetta.
Tí spyr Henrik Old, hvussu nógv tons, íslendsk skip hava fiskað av svartkjafti, sild og makreli í føroyskum sjóøki hesi seinastu trý árini. Og honvegin spyr hann eisini, hvussu nógv, føroysk skip hava fiska undir Íslandi hesi seinastu trý árini av botnfiski, svartkjafti, sild og makreli
Henrik Old sigur, at nú farið er undir nýggjar fiskivinnusamráðingarnar ímillum Føroyar og Ísland eru farnar í gongd, gera íslendingar greitt, at teir vilja hava størri javnvág í fiskiveiðuavtaluna við Føroyar.
Íslendska fiskimálaráðið sigur, at fiskiveiðiavtalan við Føroyar gevur Føroyum 160 milliónir krónurum árið. Føroyar hava 5.600 tons av botnfiski um árið, umframt eina lodnukvotu, sum í mesta lagi gevur 25.000 tons um árið, men í flestu førum væl minni enn tað.
Harumframt eru stórar avmarkingar í lodnufiskiskapinum hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi. Men hinvegin kemur tað ongastaðni kemur fram, hvat íslendsk skip fiska í føroyskum sjógvi, og hvat virði hesin fiskur hevur, sigur Henrik Old.