Vil hava at vita hvat hon ger við ákærur um lógarbrot
Spurningurin er, hvørjar avleiðingar hesar ákærur fáa, um hald er í teimum – og hvørjar avleiðingar tað fær um tær eru falskar
Seinastu tíðina, eftir at samgongan gjørdi av at umskipa Bústaðir hevur nógv stríð verið um felagið. Fyrst vakti tað ans, at nýggi stýrisformaðurin er í starvi í Almannamálaráðnum, og sostatt er hann í starvi hjá landsstýriskvinnuni, sum umsitur Bústaðir, nevniliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hann var eisini formaður í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmæli um, hvussu Bústaðir skuldi umskipast.
Og síðan hevur tað eisini vakt ans, at ein av nývaldu limunum í stýrinum fyri Bústaðir, Tom Silvudal, hevur ákært stjóran og leiðsluna í Bústøðum, fyri at lógarbrot.
Og nú er málið reist í Løgtinginum, tí tveir løgtingslimir úr Tjóðveldi vilja nú hava eina frágreiðing frá landsstýriskvinnuni.
Beinta Løwe Jacobsen, vil hava at vita, um landsstýriskvinnan fylgdi tilmælunum um, hvør skuldi veljast í stýri fyri Bústaðir og hon vil eisini hava at vita um umsitingin í Almannamálaráðnum hevur havt nakrar viðmerkingar til nývaldu nevndarlimirnar.
Eisini Høgni Hoydal vil hava at vita, hvør hevur givið landsstýriskvinnuni tilmæli um, hvør skuldi setast í stýri fyri Bústaðir og hann vil eisini hava at vita, hvørjar ítøkiligar grundgevingar eru fyri at velja akkurát hasar stýrislimirnar. Og hann vil hava grundgevingarnar fyri hvønn stýrislim sær.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita um Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hann vátta, ella avsanna, ákærurnar frá Tom Silvurdal um, at Bústaðir hava arbeitt ímóti lógini og kunngerðunum fyri Bústaðir og hann vil hava at vita, hvar hon hvur gjørt við hesar ákærur.
Og somuleiðis vil hann hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fær um ákærurnar ímóti stjóranum og leiðsluni i Bústøðum annars, eru rættar – og hvørjar avleiðingar tað fær um so er, at ákærurnar eru falskar.