Vil hava at vita hvar pengarnir úr Føroyum enda

Føroyingar rinda einar 12 milliónir um árið, men eingin veit, hvar pengarnir enda

Fleiri tíggjutúsund føroyingar hava Netflix, HBO, Spotyfy, og aðrar tænastur, sum teir rinda í dýrum dómum fyri. Føroyingar rinda eisini mvg av hesum tænastum og Javnaðarflokkurin á Fólkatingið hevur roknað seg fram til, at tilsamans er talan um einar 12 milliónir, sum føroyingar rinda í mvg av útlendskum internettænastum.

 

Men eingin veit, hvar hesir pengarnar í roynd og veru enda. Javnaðarflokkurin á Fólkatingið sigur, at teir fara í hvussu so er ikki í føroyska landskassan, har teir hoyra heima. Men nú hevur Barbara Gaardlykke Apol, sum hevur sæti á Fólkatingi fyri Sjúrð Skaale, reist málið á Fólkatingi. Í hesum sambandi hevur hon spurt Morten Bødskov, ráðharra í skattamálum, hvat verður av pengunum.

 

– Tá ið føroyingar rinda fyri tænastur sum Netflix og Spotify, verður mvg lagt oman á gjaldið og tað eigur at fara í landskassan, sigur hon í einum tíðindaskrivi í sambandi við spurningin. Men trupulleikin er, at í løtuni er eingin lóg í Føroyum um nettænastur, og tí missir landskassin umleið 12 milliónir um árið.

 

Barbara Gaardlykke Apol vil fegin vita hvar pengarnir enda, og tí hevur hon biðið Morten Bødskov um at finna fram til, um teir, av órøttum, enda í Danmark. Hon heldur, at antin skulu føroyingar sjálvir fáa hetta mvg í landskassan, ella skulu brúkararnir als ikki gjalda mvg yvirhøvur, sigur hon.

 

Í hesum sambandi vísir hon á, at skattamyndugleikarnir í Danmark eru ikki førir fyri at siga, hvar pengarnir fara og hon spyr um danski staturin yvirhøvur hevur heimild til at taka ímóti mvg, sum verður kravt í Føroyum.