Vil hava at vita hví tað ikki liggur á bygd

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal nú greiða frá, hví tað er betur at hava hann í Havn

Hví er tann nýggja veðurstovan løgd í Havn og ikki á bygd. Tað vil Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá landsstýrinum. Tí hevur hon spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann á økinum, um hann ikki heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur at langt veðurstovuna á bygd, kanska á flogvøllinum ella í Klaksvík.

Og hon spyr eisini landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at flyta veðurstovuna út á bygd - og hvar tað so verður. Og hon spyr eisini um samgongan yvirhøvur hevur nakrar ætlanir um at leggja almennar stovnar úti um landið.

Í løtuni verður arbeitt við at seta eina føroyska veðurstovu á stovn og tað er boðað frá, at í fyrstu atløgu skal hon vera í Havn.

– Tað er eingin loyna, at arbeitt verður við veðurfrøði bæði á flogvøllinum og í Norðoyggjum, og bæði hølir og útgerð eru partvís tøk har, vísir Eyðgunn Samuelsen á.

Tað verður sagt, at tað er fyribils, at hon er í havn, men kortini verður ikki sagt, hvussu leingi veðurstovan skal húsast í Havn. Hinvegin vita vit av royndum, at fyribilsloysnir ofta hava lyndi at gerast varandi, sigur hon.