Vil hava apotek oman aftur í miðbýin í Havn

Apotek hevði fingið nógv fólk oman í miðbýin í Havn

Vit eiga at fáa eitt apotek í miðbýin í Havn.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri nú í almennari áheitan á myndugleikarnar. Hann sigur, at áheitanin er vegna borgarar í Tórshavnar kommunu.

 

- Apoteksverkið hevur støðugt arbeitt við tí endamáli at veita tænastu á høgum støði, fakliga ráðgeving og skjóta avgreiðslu av kundunum, sigur borgarstjórin

Men hann sigur, at tað kann vera eitt sindur trupult, tá ið bara eitt apotek er í høvuðstaðnum.

Hann vísir á, at hóast avgreiðslan gongur skjótt, er bíðitíðin á apotekinum í Havn rættiliga long viðhvørt. 

 

Apotek var í miðbýnum í Havn í eini 100 ár og Heðin Mortensen sigur, at Tórshavnar býráð fær javnt og støðugt áheitanir frá fólki um at virka fyri, at í minst eitt apotek aftur verður í miðbýnum við heilivági í hondkeypi.

 

- Trupulleikin er ikki tænastan á apotekinum, men bíðitíðin og mstøðurnar at bíða í inni á apotekinum .

 

- Seinastu tíðina eru hesar áheitanir vorðnar fleiri í tali. Og tá hugsað verður um tann týdning, gamla apotekið hevði fyri trivnaðin í miðbýnum, fer Tórshavnar kommuna at heita á apoteksverkið og avvarðandi myndugleika at skipa so fyri, at eitt apotek aftur verður í miðbýnum, sigur hann

Og verður tað neyðugt, kann kommunan hjálpa við at útvega hóskandi høli, leggur hann afturat.

 

Borgarsjórin sigur, at apotekið í Havn avgreiðir eini 700 viðskiftafólk hvønn einasta dag, beinleiðis um diskin. Av teimum eru 350 – 400 reseptir og restin er hondkeyp.

Harumframt sendir Apotekið 100 - 200 pakkar við heilivági út til bygdirnar.

 

- Eini 80 fólk arbeiða á apotekinum í Havn og sostatt er tað eitt sera stórt arbeiðspláss við einum ómetaliga nógvum viðskiftafólkum.

 

- Tá ið apotek fyrstu ferð lat upp í Havnini, búðu 1.500 fólk í kommununi. Tá vóru 12.000 fólk í øllum Føroyum, og tað varð hildið at vera neyðugt at hava fýra apotek um landið.

 

- Í dag, yvir 130 ár seinni, eru vit fleiri enn 20.000 í Tórshavnar kommunu, men vit hava framvegis, bara eitt apotek í Havn.

 

Borgarstjórin heldur, at tá ið apotekið selur so nógvan heilivág ú hondkeypi, átti grundarlag at verið fyri eini útsølu aftrat.