Vil hava akvarium í Klaksvík

Tað er onki minni enn ein stór andsøgn, at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættuligt akvarium. Eitt imponerandi, stórt og arkitektoniskt glæsiligt akvarium, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Tíðin er nú komin hartil, at vit  í Føroyum skulu hava eitt rættuligt akvarium. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum nú leggur eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, um at heita á landsstýrið at byggja eitt akvarium í Klaksvík.

 

- Hetta skal vera ein  glæsiligur  og arkitekttoniskur bygningur í hóskandi stødd.     Sum ein tjóð,  ið livir av tí, sum rørist  í havinum er onki meir náttúrligt enn at hava eitt virðiligt og tíðarhóskandi  akvarium , hetta við atliti til útbúgving , ferðavinnu og mentan, skrivar løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum úr Klaksvík.

 

Hon vísir á, at á Sjómannadøgunum í Klaksvík hevur verið vanligt at hava kør við livandi fiskum standandi á Stongunum.

- Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá -  bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum.   Havt var  tá á orði, at vit áttu at havt  eitt rættuligt,  permanent  akvarium í Klaksvík. Nakað eftir hetta kom eitt lítið akvarium úti á Argjum,  og so bleiv ikki tosað meir um hetta, sigur hon.

 

Hon heldur, at fyri eina fiskivinnutjóð er tað einki annað enn nátúrligt, at vit høvdu eitt akvarium.

- Fiskurin kastar sostatt milliardir  av sær til okkara samfelag  og rindar fyri   okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt. Tí er tað onki  minni enn ein stór andsøgn, at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættuligt akvarium. Eitt  imponerandi,  stórt og arkitekttoniskt  glæsiligt akvarium.   

 

Tað er sjálvandi bara eitt hóskandi stað til slíkt akvarium.

 

- Klaksvík er  størsta einstaka plássið í Føroyum, har fiskurin hevur havt ovurhonds stóran og  avgerandi týdning fyri  flest fólk. Søguliga sæð hevur Klaksvík verið miðstøð fyri fiskivinnuna í Føroyum. Mest  náttúrliga staðið at staðseta eitt  akvarium  er tí soleiðis í Klaksvík.