Í dag byrjar sakarmálið ímóti oddafólkum í Eik Banka Danmark og í Ebh Banka
Ebh Banki og Eik Banki tæntu ídnir spekulantum. Staturin heldur, at talan var um skilaleysan bankarakstur.
Felagið hjá statinum, Finansiel Stabillitet, heldur í dag fram við tí sera umfatandi rættarmálinum ímóti stjórum og grannskoðarum í bankum, sum eru farnir á húsagang.
Men nakrir av teimum saksøktu persónunum siga, at teir ongan møguleika hava at gjalda aftur tær nógvu milliónirar, sum teir verða kravdir eftir, og at talan er um »eina politiskt merkta framferð«.
Tilsamans 22 fólk og tvey grannskoðaravirki eru stevnd í Vestrara Landsrætt og í Eystara Landsrætt. Í dag verða fyrstu rættarfundirnir.
Dómararnir skulu hyggja eftir viðurskiftunum í ávikavist norðurjyska Ebh Bank, sum fór á heysin í 2008, og í føroyska Eik Banka, sum fór á heysin í 2010.
Í málinum um Ebh banka hevur Finansiel Stabilitet, sum yvirtekur restirnar av falnum bankum, reist endurgjaldskrav upp á 700 milliónir krónur. Í málinum ímóti Eik Banka er kravið 250 milliónir krónur.
Talan er um sera umfatandi mál. Báðir landsrættirnir hava sett av umleið 100 rættarfundir til endamálið næsta árið.
Ebh banki við stjóranum Finn Strier Poulsen á odda hevði sera stóran vøkstur í útlánum í 2005, 2006 og í 2007.
Men tað var ábyrgdarleyst at seta seg í so stóran váða í ognar- og pantibrævageiranum, heldur Finansiel Stabilitet.
Roknað verður við, at Finansiel Stabilitet undir rættarmálinum fer at leggja dent á viðgerðina av fíggjarmanninum Klaus Schulze úr Aarhus, norðursælenska spekulantin Steen Gude og fynska pantibrævahandlararn Rene Müller.
Síðstnevndi var umframt kundi í Eik Banka, sum var tyngdur til kníggja av stórum virksemi saman við spekulantinum Vagn William Andersen.
Tveir av stjórunum í Eik Banka vórðu í summar dømdir bót fyri at hava brotið lógina júst vegna støddina á virkseminum í mun til grundkapitalin hjá bankanum.
Umframt fyrrverandi stjórarnar og nevndarlimirnair eru eisini tvey grannskoðarafelag rættarsøkt.
Í teimum fyrstu dómunum í bankamálinum hevur Finansiel Stabilitet langt frá fingið viðhald frá dómarunum.
Høvuðsfólkini í Amagerbankanum vórðu fríkend í summar, og í málinum um Capinordic Bank fekk Finansiel Stabilitet bara partvís viðhald. Báðir dómar eru kærdir.
Í sakunum í dag verða nøkur av teimum kritisku orðunum endurtikin, sum hava verið brúkt í undanfarnum málum sum grundgeving fyri, at tey saksøktu skulu rinda endurgjald.
"Utilstrækkelig", "inkompetent", "uforsvarlig", "uklar" og "urigtige oplysninger", ljóðar tað til dømis um váðastýringina hjá Eik Banka.
Men fleiri av teimum saksøktu úr bankanum leggja mótpartin undir at blæsa málið óneyðuga upp og at brúka markleyst nógvar pengar til advokatar. Og tað hóast teir saksøktu ongantíð kunnu rinda tað aftur.
Málið er reist »primært af principielle, politiske årsager, tá eingin av teimum saksøkut hevur møguleika fyri at gjalda aftur endurgjaldskravið«. Tað skriva nakrir advokatar í brævi til Hægstarætt.
At Finansiel Stabilitet hevur brúkt nógvar pengar upp á fleiri sakir er einki dulsmál.
Við árslok 2016 hevði Finansiel Stabilitet brúkt meira enn eina fjórðings milliard krónur til advokatar. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá felagnum.
Tað er í áhugamálinum hjá samfelagnum, at sakirnar verða førdar, hevur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri sagt.
/ritzau/








