Vil hava 152,7 milliónir aftur at til Landssjúkrahúsið

– Sostatt fer arbeiðið at kosta 808,3 milliónir

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 152,7 milliónir afturat fyri at fáa arbeiðið at útbyggja Landssjúkrahúsið liðugt.

Sostatt fer arbeiðið at kosta 808,3 milliónir krónur, har tað annars skuldi kosta 656,6 milliónir.

Í nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum, sum eitur H-bygningurin, verður psykatriskur depil, føðistova, seingardeild, endurvenjingarhøli, føðideild, nýggjur køkur og kantina og bygningurin verður tikin í nýtslu í 2021.

Tað eru fleiri orsøkir til, at arbeiðið verður so nógv dýrari.

Útreiðslurnar til hondverkarar varð undirmett, ein útreiðsla upp á 13,4 milliónir til til háisolatiónsstovur vórðu ikki tiknar við av misgáum, og somuleiðis var ætlanin at finna sparingar fyri 15  milliónir, men tað eydnaðist ikki at koma á mál við tí.

Samstundis gjørdi arbeiðið at prosjektera, meiri umfatandi enn áður mett, og ov lítið varð sett av til eftirlit og byggileiðslu.

Somuleiðis eru manglar staðfestir og nýggj krøv eru eisini sett til byggingina eftir at kostnaðarmeting varð gjørd.