Tað er nú farið at ridla undir ætlanini hjá samgonguni at niðurleggja Landsbankan.
Tann eini tinglimurin hjá samgonguni, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum, staðfestir, at hann góðtekur, at Landsbankin verður niðurlagdur, uttan so, at 100% vissa fæst fyri, at hetta ikki fer at skaða umdømi hjá føroyska búskapinum.
- Fái eg ikki fulla trygd fyri, at hetta ikki fer at ávirka ratingina hjá Moody´s av føryoyska búskapinum tann skeiva vegin, taki eg ikki undir við uppskotinum at niðurleggja Landsbankan, segði hann.
Longu táið Løgtingið viðgjørdi málið, gjørdi hann greitt, at hann er ikki sannførdur um, at tað er rætt at niðurleggja landsbankan.
Men nú staðfestir hann, at hann fer ikki at atkvøða fyri tí, fær hann ikki 100% vissu fyri, at hetta ikki fer at elva til, at ratingin hjá Moody´s lækkar.
Nú er ætlanin til viðgerðar í Fíggjarnevdini og tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum væntar, at tey fólk, sum verða kallað inn til hoyringar í nevndini, kunnu staðfesta um ratingin kann ávirkast av hesum, ella ikki.
Løgtingið hevur annars fingið nógv hoyringssvar í sambandi við at niðurleggja Landsbankan.
Tað eru bara felagið peningastovnarnir, sum at kalla treytaleyst taka undir við samanleggingini, tí í øllum hinum hoyringssvarinum verða nógvir ivaspurningar reistir.
- Tað eru nógvar ósvaraðar spurningar komnir undan kavi. Eftir mínum tykki er størsti vandin, at verður Landsbankin avtikin, kann tað ávirka ratingina hjá Moody's, sigur Jógvan Skorheim.
- Men so taki eg ikki undir við uppskotinum, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit avtaka Landsbankan fyri at spara ímillum eina og tvær milliónir í rakstri, fyri síðani at noyðast at gjalda eina
hægri rentu av okkara lánum.
- Í staðin fyri at minka hallið í búskapinum fer avtøkan av Landsbankanum tá heldur at vaksa um hallið á fíggjarlógini og tað kann eg ikki góðtaka, sigur Jógvan Skorheim.
Hesum er Løgmaður, ikki ósamdur í.
- Vit hava skyldu til at taka ávaringarnar í hoyringssvarinum í fullum álvara og at tryggja, at avtøkan av Landsbankanum ikki fær negativt árin á búskapin.
Í hesum sambandi staðfestir hann, at vit mugu tryggja okkum væl og virðiliga, at hetta ongan týdning fær fyri ratingina hjá Moodys.
- Tað hava vit skyldu til, leggur hann afturat
- Vit hava eisini skyldu til at tryggja okkum, at virksemið verður líka óheft, sum tað hevur verið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann staðfestir, at virksemið hjá Landsbankanum eigur ikki at verða niðurlagt og tað skal vera líka óheft sum nú.
Eitt uppskot hjá honum er tann salomonska loysnin bara at kalla tann samanlangda stovnin fyri Landsbanki Føroya.