Súkkling
Árins útgáva av Tour de France gjørdist ein gøla av teimum heilt stóru. Bæði tí maðurin, sum leingi súkklaði í gulum, Michael Rasmussen, varð koyrdur av sínum liði vegna doping-illgruna. Og ikki minst, tí endaligi vinnarin, Alberto Contador, eisini er komin undir illgruna fyri doping-nýtslu. Í báðum førum tó uttan at nakar teirra varð testaður positivur.
Stevnt Rabobank
Danin, sum móti endanum av kappingini varð tveittur av liði sínum, hevur síðani stevnd fyrrverandi arbeiðsgevara sínum, hollendska Rabobank. Hevði Rasmussen súkklað til Paris í gulum, vildi hann her og nú forvunnið á leið 10 milliónir krónur í premium, bonus-skipanin og sponsor-pengum. Hartil skal roknast við, at hann uttan iva hevði havt sera góð kort á hondini, tá samráðast skuldi um nýggjan sáttmála.
Tí hevur Rasmussen gjørt av, at stevna Rabobank, men sjálvur metir Rasmussen ikki, at málið nakran tíð finnur veg fram til rættin.
- Eg rokni ikki við, at talan verður um rættarmál. Eg meti tað meira sannlíkt, at báðir partar ynskja at loysa málið í friði og náðum, og at vit tí finna eina semju, áðrenn tað kemur somikið langt, sigur Rasmussen við danska TV2.
Kenslurnar telja ikki við
Hóast hann soleiðis hevur í hyggju at skora fíggjarliga partin, sum hann misti í farnu viku, so staðfestir Michael Rasmussen, at hann ongan tíð kann fáa endurgjald fyri sálarliga kostnaðin av hendingini.
- Eg varð tikin úr kappingini, tá eg var vísur í, at eg hevði vunnið. Og tann kenslan er nakað, sum eg ongan tíð fái endurgjald fyri, sigur hann.
Og lítil ivi er um, at Rasmussen kundi vunnið. Á seinastu fjallaetapuni í Pyreneunum trampaði hann undan Contador móti seinasta fjallatindinum, og við hesum vann hann sær eina leiðslu, ið nærum ikki kundi missast aftur. Í bussinum fekk hann tó at vita, at leiðslan í felagnum ætlaði at taka hann úr kappingini, og so hjálpti tað annars lítið, at súkklarin sjálvur helt, at hetta ikki var rætt.