Vil greiða tunnilin fyrst

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur enn einaferð givið samgonguni knívin á barkan Tað gjørdi hann, tá løgtingið í morgun viðgjørdi uppskotið frá landsstýrinum um at byggja skúladepil í Marknagili.

Gerhard Lognberg hevur áður gjørt púra greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri skúladeplinum í Marknagili, fyrrenn hann hevur fingið heilt greitt at vita frá samgonguni, hvussu verður við undirsjóvartunlinum til Sandoy.

Tað endurtók hann í Løgtinginum í morgun.

Í morgun var málið um skúladepil í Marknagili til 2. viðgerð í løgtinginum, men áðrenn uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, reisti Gerhard Lognberg seg upp og endurtók, at hann fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum, tí enn hevur hann ikki fingið greitt at vita, hyvørja lagnu undirsjóvartunnilin fær.

Tí mælti hann til, at málið fer aftur í nevnd og ikki verður lagt fram aftur, fyrrenn sandoyartunnilin er avgreiddur.

Eisini ein annar samgongutingmaður, Heini O. Heinesen, mælti til, at bíðað verður við málinum til á Ólavsøku, og hesum tóku aðrir tinglimir eisini undir við.