Vil gloyma vánaligu HM-undankappingina

- Tað var ein stór persónlig uppliving, tá eg veitraði landsliðsfótbóltinum farvæl framman fyri standandi og klappandi áskoðarafjøld, sigur Súni Olsen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tað er uttan iva stríðið um makrelbýtið eins og uppskotið og viðgerðin av Skálafjarðartunnlinum. Frálíka tíðin í B36 fer heldur ikki í gloymskuna.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- At gerast bachelorur sum læraralesandi - og at eg megnaði at fáa familjuna við mær úr Hoyvík til Norðragøtu at búgva. Tað var eisini ein stór persónlig uppliving, tá eg veitraði landsliðsfótbóltinum farvæl framman fyri standandi og klappandi áskoðarafjøld.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Vánaligu HM-undankappingina, har bert tað eina stigið varð vunnið og vánaliga úrslitið av PISA kanningini, umframt politiskt óreglusemi, har gloppið í millum lóggávur og ávrikan týðiliga er meira sjónligt.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- At familja, vinir og kenningar, fólk í Føroyum og alla aðrastaðni á jarðarknøttinum, fáa eitt eydnuríkt og minniligt 2014 - umframt, at Víkingur vinnur FM og steypakappingina, og at G!festivalurin almennakunnger eina fjølbroytta og spennandi tónleikaskrá, ið má upplivast. At enda - gott nýggjár øll somul, sigur Súni Olsen.