Vil geva fólki frádrátt fyri at fara á matstovu

Danska stjórnin arbeiðir við at gera tað bíligari fyri danir at fara út at uppliva nakað, sigur forsætisráðfrúan á eini ráðstevnu hjá danska matstovufelagnum Horesta.

 

Tað skrivar danska Fagbladet 3F. 

Tað er ein partur av fíggjarlógarsamráðingunum, sum nú eru, at finna ein hátt at gera tað bíligari hjá dønum at fara út at eta ella á gistingarhús, sum kann verjast heilsupolitiskt.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í dag á eini ráðstevnu, sum felagið hjá gistingarhúsum og matstovum, Horesta, skipar fyri. Tað skrivar Fagbladet 3F.

– Vit arbeiða enn við, um tað ber til at gera ein frádrátt ella á ein ella annan hátt fáa kannað, hvussu danir kunnu fáa meira fyri pengarnar. Hetta huskotið hava vit vent fleiri ferðir, og eg hadli, at hugskotið er gott, segði hon.

Síðani í mars hevur stjórnin »aftur og fram« kannað hættir, hvussu borgarar kunnu brúka pengar til upplivingar við eini kvittan ella einum frádrátti.

– Og hesum sita vit og arbeiða við og kanna. Tað kann væl vera, at tað kann vera ein samanhangur við tann frádráttin, vit kenna, har tankin er at hava tænastufrádráttin, sigur Mette Frederiksen.

Ráðstevnan hjá Horesta Next Normal skal seta fokus á, hvussu vinnan kann menna seg undir og eftir koronu, og ein »vitjunarfrádráttur« til upplivingar hevur leingi verið á ynskilistanum yvir tiltøk, sum kunnu hjálpa vinnuni.

Gistingarhús- og matstovuvinnan er hart rakt av tiltøkunum, sum danska stjórnin hevur sett í verk vegna koronusmittuna. Síðani Danmark fór í dvala 11. mars hevur vinnan sambært Horesta mist 17 milliardir krónur í umsetningi. Tað er 42 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

fagbladet3f.dk/artikel/vi-arbejder-paa-fradrag-gaa-paa-restaurant