Tað er sera umráðandi, at hesir vegarstubbar verða breiðkaðir beinanvegin. Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 20 milliónir krónur, so at eitt vegastrekki í Hvalba, og eitt vegastrekki í Trongisvági, verður breiðkað.
Nú Hvalbiartunnilin verður gjørdur, hava politikararnir gjørt sama mistak, sum teir gjørdu tá ið Norðoyatunnilin og Eysturoyartunnilin vórðu gjørdir. Og tað er, at vegirnir til og frá tunlinum, verða ikki gjørdir samstundis.
– Um ein mánað, ella so, verður nýggi Hvalbiartunnilin tikin í nýtslu. Bæði tunnilin, og ein stórur partur av atkomuvegnum eru fyrstafloks, so heilt úr Hvalba til Sumbiar er dupultsporaður vegur næstan allan vegin, staðfestir Bjarni Hammer.
Men tvey vegastrekki í sambandi við tunnilin, verða ikki gjørd og fara sostatt at liggja eftir sum tveir fløskuhálvar til ampa fyri ferðsluna. Annar vegurin, sum ikki er gjørdur, er eitt strekki upp á 1,1 kilometur í Trongisvági og hin vegurin er eitt strekki upp á 400 metrar í Hvalba. Strekkið í Trongisvági kostar einar 16 milliónir at gera og strekkið í Hvalba kostar einar fýra milliónir.
Kostnaðarmetingin er treytað av, at grót frá tunlinum verður brúkt til vegarbeiðið. Við í kostnaðinum er projektering, avgrevstur, skráar, vatnleiðing, gøtuljós, asfaltering, strípur, kaðlar frá SEV, privatar íbindingar, møguligar ognartøkur, og annað.
– Á hesum báðum vegastrekkinum er framvegis bara ein koyribreyt. Bjarni Hammer heldur, at tað er undranarvert, at teir ikki vórðu tiknir við í verkætlanina beinanvegin, men tað er eingin ivi um, at teir eiga at verða breiðkaðir, so at teir eru líka breiðir sum restin av vegnum til og frá tunlinum.
Bæði hvalbiarmegin og trongisvágsmegin tunnilin koma bilarnir sostatt av einum nýggjum, nútíðar vegi við tveimum koyribreytum, yvir á eitt ótíðarhóskandi, smalt vegastrekki, við einari koyribreyt.
– Royndir bilførarar kunnu møtast og koyra framvið, men frástøðan millum bilarnar er lítil, og báðir partar mugu koyra heilt út í vegjaðaran. Er talan um stórar bilar, má annar víkja. Samanumtikið er vandi á ferð, tá bilar møtast á hesum strekki, sigur løgtingsmaðurin.
Landsverk vísur á, at við nýggja Hvalbiartunlinum verður lagt upp fyri einum komandi Suðuroyartunli og tí er tað sera umráðandi, at hesir vegarstubbar verða breiðkaðir upp til tvær farbreytir beinanvegin, soleiðis at tvær farbreytir verða allan vegin úr Hvalba til Sumbiar uttan nakrar fløskuhálsar, sum eru bæði til ampa og vanda fyri ferðsluna, sigur Bjarni Hammer