Nú skulu tunlarnar Norður um Fjall verða betri útgjørdir so at teir verða tryggari at koyra ígjøgnum.
Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um tað. Og tað hon skjýtur upp, er at Løgtingið skal samtykkja at játta tríggjar milliónir krónur, sum skulu brúkast til trygdarútgerð í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall. Men tað, sum loypur av, skal brúkast til trygdarútgerð í øðrum tunlum.
– Í farna mánaði kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum. Tá kom fram, at trygdarútgerð manglar uttanfyri tunnilin, bæði bummar og ávaringarljós, men Landsverk hevur sagt, at peningur er ikki tøkur til hesa útgerð, sigur Beinta Løwe.
Tí skjýtur hon upp at játta tríggjar milliónir bummar, ávaringarljós uttanfyri tunnilsmunnarnar, og til aðra trygdarútgerð
– Í fyrsta lagi verður skotið upp, at henda útgerð beinanvegin verður sett upp við tunlarnar norður um Fjall, har nógv ferðsla er. Men slík útgerð eigur eisini at verða sett upp við aðrar tunlar, ið ikki hava hesa útgerð, sigur løgtingskvinnan.











