Vil gera striptease ólógligt í Føroyum

STRIPTEASE Í FØROYUM Jenis av Rana fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða bannað at hava striptease í Føroyum, tí tað er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og handil við kvinnum

Nú skal tað verða bannað við lóg at hava striptease í Føroyum.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður fyri Miðflokkin.
Hann fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt at hava striptease í Føroyum.
Løgtingsmaðurin sigur, at hetta er ikki eitt uppskot, hann hevur fingið hugskotið at leggja fyri Løgtingið í kjalarvørrinum á nógv umrøddu sendingina í sjónvarpinum um føroyska stripparan, Victoriu Wild.
- Hetta er eitt uppskot, eg havi hugsað um leingi, men nú er tað við at verða so mikið greitt, at tað verður klárt at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Jenis av Rana sigur, at striptease er bannað við lóg í Íslandi og tað er haðani, at hann hevur fingið hugskotið um, hvussu eitt slíkt uppskot kann verða lagt til rættis og orðað fyri at vinna frama í politisku skipanini í Føroyum eisini.

Hugskot úr Íslandi
Jenis av Rana sigur, at tað var altingslimurin fyri íslendska Framsóknarflokkin, Siv Fritleifsdóttir, sum á sinni legði uppskotið um at banna striptease fyri Altingið í Íslandi, og fekk tað samtykt við stórum meiriluta.
Hon er kendur forsprákari fyri javnstøðu og hevur verið ráðharri í javnstøðumálum.
Hetta er kanska fyrsta land í heiminum, har striptease beinleiðis er bannað við lóg.
Nettup Siv Fritleifsdóttir og Jenis av Rana hava havt nógv samstarv í Norðurlandaráðnum, har tey bæði eru limir í Vælferðarnevndini og har hon er forkvinna.
- Eg fingið uppskotið, sum varð samtykt í Íslandi, frá Siv Friðleifsdóttir og eg vænti, at havi uppskotið, eg fari at leggja fyri Løgtingið, verður skorið eftir nøkunlunda sama leisti, sum tað, sigur hann.

Førir til skøkjulevnað
Jenis av Rana sigur, at royndirnar úr Íslandi vísa, at striptease er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnuhandil.
- Striptease er als ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast. Íslendingar siga, at har byrjaði tað so líðandi við, at skipað varð fyri striptease-tiltøkum ymsastaðni. Men hetta vant upp á seg og áðrenn nakar varnaðist, høvdu íslendingar stórar trupulleikar av skøkjulevnaði, sigur hann.
Ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani um kvinnuhandil, staðfesti somuleiðis, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum enda í striptease og skøkjulevnaði, eru kvinnur, sum eru misbrúktar. Tað var eisini upplýst, at 90% av teimum vórðu longu misbrúktar, tá ið tær vórðu smágentur.
- Ungar fara tær at strippa, men tað vindur upp á seg og so enda tær í skøkjulevnaði.
- Tað eru mangan ótrúliga veikar kvinnur, sum enda í hesum lívinum og ein niðurstøða á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum var, at vit eiga ikki at halda fram at misbrúka tær, eftir at tær eru vorðnar vaksnar.
- Tvørtur ímóti hava tær brúk fyri hjálp, leggur hann afturat.

Steðga beinanvegin
Til fyri nøkrum heilt fáum árum síðani var striptease fullkomiliga ókent her á landi, men hesi seinastu árini er tað eisini farið at vinda upp á seg og nú er ikki so sjáldan, at lýst verður við striptease í føroyskum náttklubbum og dansistøðum.
Tí heldir Jenis av Rana, at tað er neyðugt, at politiska skipanin tekur um rótina á trupulleikanum og bannar striptease, áðrenn tað sleppur at vinda upp á seg, so at vit, áðrenn vit varnast tað, standa við somu trupulleikar av skøkjulevnaði, sum íslendingar hava.


Greið boð til fútan

Tað hevur leingi verið ein spurningur um striptease ikki longu er bannað í Føroyum, men Jenis av Rana staðfestir, at fútin og løgreglan hava ikki havt nakra serliga greiða støðu til hetta.
Í øllum førum hevur løgreglan onki gjørt fyri at steðga teimum tiltøkum við Striptease, sum hava verið í Føroyum.
Men tað hevur eisini verið fatanin, at løgreglan hevur hildið, at lógin hevur verið so útvatnað at tey hava saknað eina greiða politiska støðutakan til málið.
- Og tað er akkurát tað, eg nú haldi, at løgtingið nú skal geva fútanum og løgregluni, sigur Jenis av Rana.
Hann staðfestir eisini, at hetta snýr seg um at broyta revsilógina og tað er danskt málsøki.
Tí verður uppskotið, hann leggur fyri Løgtingið, helst orðað soleiðis, at løgtingið skal samtykkja at heita á danska fólkatingið um at broyta lógina fyri Føroyar soleiðis, at Striptease verður bannað í Føroyum, leggur formaðurin fyri Miðflokkin afturat.
Jenis av Rana sigur, at hann hevur umrøtt málið leyðsliga fyri øðrum politikarum í Løgtinginum og tær afturmeldingar, hann hevur fingið er, at fleiri løgtingslimir úr øðrum flokkum eru eisini sinnaðir at taka undir við einum slíkum uppskoti.