Tað frægasta at gera við grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, er at leggja tað vestanfyri verandi havn á Gomlurætt, og at gera eitt stórt ídnaðarøki har.
Tað heldur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.
Borgarafundur hevur verið á Velbastað, har fólk skiftu orð um hvat alt grótið, sum kemur upp á land á Gomlurætt, tá ið tey fara at bora Sandoyartunnilin, skal brúkast til. Og tað er ikki hissini nøgdir talan er um, tí talan er um 500.000 kubikk av gróti, og verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, hevði hon verið 70 metrar høg.
Á fundinum ásannaði Stein Olvur Petersen, at hann hevur ein vinnuligan áhuga í málinum og at tey í teirra fyritøku hava drúgvar royndir í at sigla við gróti.
Men hann vísir á, at aðalreglan eigur at vera, at grót skal flytast so stutt sum gjørligt, tí tað er øgiliga dálkandi. Hann sigur, at í hesum føri er talan um einar 108.000 lastbilar av gróti, og skulu teir koyra fýra kilometrar í sambandi við grótflutningin, fara teir at brúka einar 410.000 litrar av olju og slíta eini 350 dekk upp, fyri at nevna eitt dømi.
Tí hugsar hann mest um, at grótið úr tunlinum skal koyrast so stutt sum gjørligt, fyri at brúka so lítið av olju og av dekkum, sum gjørligt. Tunnilsmunnin er heilt niðri á havnarøkinum og stjórin í J&K Petersen sigur eisini, at skulu allir hasir lastbilarnir koyra til og frá tunlinum, samstundis sum at Gamlarætt skal brúkast til ferjuhavn, kann tað elva til ferðslutrupulleikar.
Samanumtikið heldur hann tískil, at besta loysnin er at at vippa grótið beint í ein grótbát, beint uttan fyri tunnilsmunnan, og síðani at føra tað vestur um havnarlagið á Gomlurætt og brúka tað til at fylla eitt ídnaðarøki upp.
Har fæst eitt ídnaðarøki upp á 75.000 fermetrar og hann heldur, at tað fer at hava nógvir møguleikar fyri vinnuligum virksemi við sær.
– Er endamálið at knýta suðurøkið og meginøkið vinnuliga saman, er Gamlarætt eitt gott stað at gera tað á, og umhvørvisliga er hetta tann besta loysnin, sigur Stein Olvur Petersen.
Nógv av fundarfólkunum vóru samd við hann í, at hetta var ein góð loysn, tí vit hava ov mikið av fjøru, sum onkur tók til. Hinvegin helt onkur, at vit hava nettupp ikki nóg mikið av fjøru, tí nógv er longu lagt undir grót og betong. Tí eiga vit at royna at varðveita tað, vit hava eftir av fjøru.
Annika Olsen, borgarstjóri, helt, at tað ljóðar ikki so býtt at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, tí so fáa vit alla tað víðføru Sandoy upp í. Og tað vísir seg eisini mangan, at vinnuligt virksemi tekur seg upp beint við tunnilsmunnar, leggur hon afturat.
Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum stendur fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnilin, leggur stóran dent á, at tíðin er farin at renna undan, tí tað tekur langa tíð at fáa øll tey neyðugu loyvini til vega og um eitt ár er ætlanin at seta borin í. Tískil er tað er neyðugt at ein avgerð um, hvat grótið skal brúkast til, verður tikin rættiliga skjótt.