Vil gagnnýta risastóra hav-urtagarðin

- Tíðin er komin til at hugsa um Føroyar sum lítla landið við risastóra hav-urtagarðinum - og troyta møguleikar eftir hesum.


Tað er boðskapurin í lesarabrævi hjá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, har hann viðgerð stóru vinnumøguleikarnir, ið vit sum tjóð enn ikki hava gagnnýtt til fulnar.


- Føroysk vinna kann framhaldandi menna nýggjar vinnuvegir í okkara ríka havumhvørvi. Vit hava eitt fantastiskt havumhvørvi, sum vit eiga at brúka burðardygt til havbit av laksi og skeljaaling, og vit hava eisini royndir frá øðrum londum, sum kunnu vísa okkum vegin at seta gongd á hesar vinnur. Nú er politiskt og vinnuliga at seta veruliga gongd á fyrireikingarnar og finna út av, hvussu farast skal fram við at skapa røttu vinnukarmarnar, skrivar løgtingsmaðurin.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Edmundi Joensen við at trýsta á her