Vil føra Sandoyartunnilin á mál

Gerhard Lognberg ætlar sær at stilla upp aftur til komandi løgtingsval.

- Eg ynski at føra Sandoyartunnilin á mál, sigur Gerhard Lognberg.

 

Fáur man vera, ið ikki hugsar um Sandoyartunnilin, tá navnið Gerhard Lognberg verður nevnt.

 

Mangar samgongur hava havt tungt stev, tí at sandoyartingmaðurin ikki vildi dansa eftir somu pípu, uttan so, at lyfti vóru givin um undirsjóartunnil til Sandoyar.

 

Einaferð hevur hann fingið eitt tílíkt lyfti. Í desembur 2007 samtykti Løgtingið eina lóg um at gera ein Sandoyartunnil. Tað varð tó brotið, tá Løgtingið í 2009 samtykkir eitt uppskot um at seta eitt partafelag á stovn, ið skal byggja ein tunnil til Sandoyar. Løgtingið setti tá lógina frá 2007 úr gildi.

 

Gerhard Lognberg hevur ongantíð dult fyri, at hann var sera skuffaður og harmur um hesa avgerð.

- Søgan vísir, at neyðugt er altíð at vera á vakt um Sandoyartunnilin, sigur Gerhard Lognberg.

 

Á Sandoynni tykist greitt, at eingin veruliga torir at trúgva upp á ein tunnil, fyrr enn boringin er byrjað.

- Onkur má alla tíðina standa á varðhaldi, líka inntil tunnilin er liðugur. Ikki fyrr enn tá, kunnu vit loyva okkum at halda, at arbeiðið er liðugt, sigur Gerhard Lognberg.

 

- Tað, sum gevur okkum góðar vónir hesuferð, er at hesuferð eru tað allir flokksformenninir, ið hava skrivað undir tunnilssamtyktina. Allir flokksformenninir og eg sjálvur, sum tá var uttanflokkatingmaður, sigur Gerhard Lognberg.

 

Tað verður væntandi í komandi valskeiði, at arbeiðið upp á Sandoyartunnil verður sett í gongd, ið eftir galdandi tunnilssamtykt skal verða liðugur í 2021.

- Eg ynski at føra Sandoyartunnilin á mál, at standa á varðhaldi, og tí fari eg at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. So fáa vit at síggja, um fólkið vil hava meg á tingi, sigur Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Sambandsflokkin.