Vil flyta viðgerð av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar Sjúkrahús

Nýrasjúklingar í Norðoyggjum og Eysturoy skulu sleppa undan at fara heilt til Havnar til viðgerðar

 

Hevði dialýsuviðgerð eisini verði sett á stovn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevði tað lætt munandi um sjúklingum í Norðoyggjum og í Eysturoy.

 

Tað eisini gjørt tað lættari hjá fólki uttanlands, sum koma til Føroyar at ferðast, og sum hava brúk fyri dialysu, at fáa hetta avgreitt í nærum­hvørvinum.

 

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna.

 

Tí vil hon nú hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum at greiða Løgtinginum frá um hann hevur nakrar ætlanir um at stovna dialýsuviðgerð á Kaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Sum støðan er nú, fáa allir nýrasjúklingar dialýsuviðgerð á Landssjúkrahúsinum.

 

Í hesum spyr Elsebeth Mercedis spyr í hesum sambandi, hvussu nógvir dialýsusjúklingar eru í Føroyum og hvar teir búgva.

 

Hon vil eisini hava at vita, hvat læknaligar metingar siga um gongdina, tvs, um talið er veksandi ella dalandi.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir svarar partvís sjálv, tí hon staðfestir, at í løtuni eru seks sjúklingar í Norðoyggjum, sum hava tørv á dialýsu.

 

- Fólk, sum hava brúk fyri dialysuviðgerð eru sera illa fyri. Allir dialysusjúklingar eru noyddir at fara til Havnar  á Landssjúkrahúsið tríggjar ferðir um vikuna fyri at fáa dialysuviðgerð.

 

Taka vit støði í sjúklingum í Norðoyggjum, tekur tað einar átta tímar,  frá tí tey fara heimanífrá, til tey eru heima aftur.

 

- Hetta ger tað ómøguligt hjá teimum at hava eitt arbeiði- ella ein virðiligan gerandisdag.

 

Løgtingskvinnan sigur, at soleiðis, sum skipanin er í dag, er hetta darvandi fyri lívsdygdina hjá hesum fólkum.

 

- Ístaðin fyri, at sjúklingarnir tríggjar ferðir um vikuna skulu flytast til viðgerðina, hevði verið munandi lættari hjá teimum, um viðgerðin bleiv  flutt til nærumhvørvið soleiðis, at tey so vítt møguligt kundu fingið  ein vanligan gerandisdag.

 

- Tað er sera tvørligt hjá fólki at vera í dialysuviðgerð. Tey eru bundin fyri langa tíð, kanska fyri lívstíð, og tað er eitt stórt inntriv í lívið hjá sjúklinginum. Tað er nærum ógjørligt at fáa ein gerandisdag at hanga saman.

 

 Hon sigur, at hevði dialysan harafturímóti verið í nærumhvørvinum, bøtir tað um møguleikan fyri einum betri lívi, hetta serliga tí at sjúklingurin er móður aftaná viðgerðina og illa megnar langa túrin.

 

Og tí vil hon hava at at vita um ongar ætlanir eru um at stovna dialýsuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.