Vil flyta pening til nólsoyarskip

- Langtíðarætlanir eiga at verða lagdar fyri skipini hjá Strandferðsluni, sum í fleiri førum eru vorðin gomul. Tí eiga vit at umhugsa at flyta 20 av teimum 25 milliónunum frá einum havrannsóknarskipi ti leina nólsoyarferju, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Í síðstu viku kom fram, at menn høvdu varnast eitt hol í skrokkinum á Rituni, og nærri kanningar hava staðfest, at holið er komið orsakað av tering.
Nú er so staðfest, at skaðin er væl størri enn framman undan mett, og tí fer helst at ganga rímiliga drúgv tíð, áðrenn Ritan verður sett í sigling aftur í Norðoyggjum.
Strandferðslan hevur sett Alpha Pilot inn í siglingina út í Svínoynna og Fugloynna, men trupulleikin er bert tann, at hesin báturin er ikki skikkaður til farmaflutning.
- Vit fáa flutt tað mest neyðturviliga við Alpha Pilot, vanliga matvøru og post og annað, men tá tað kemur til stóra farmin, so sum byggitilfar og líknandi, so savna vit tað saman á goymsluni í Klaksvík og leiga so størri bát at flyta tað út til Fugloyar og Svínoyar, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari á Strandferðsluni.
Hann sigur, at Strandferðslan fyribils hevur leigað Alpha Pilot í einar 3-4 vikur fram til fult yvirlit er fingið yvir skaðan á Rituni.
- Hetta er nakað, sum tekur eitt sindur av tíð, tí her skal jú ein eykajáttan til. So tá fult yvirlit er fingið av støðuni ber betur til at siga, hvussu leingi Ritan verður burtur úr sigling, sigur Jens Petur Brattalíð.

Óbrúktar milliónir
Jóhan Dahl kemur nú við einari kollveltandi útmelding í samband við raðfesting av strandfaraskipunum.
- Vit vita, at tað liggja 25 milliónir á einari konto, sum eitur havrannsóknarskip, samstundis sum vit vita, at tað ikki ber til at brúka meiri enn fimm av hesum milliónunum til eitt havrannsóknarskip í ár, sigur Jóhan Dahl.
Hann vísir á, at fiskimálaráðharrin sjálvur hevur váttað, at tað ber ikki til at brúka meiri enn hesar nevndu fimm milliónirnar í ár, tí tað er prísurin fyri at projektera skipið.
- Longur slepst ikki í ár við einari verkætlan um havrannsóknarskip, og peningurin verður jú ikki automatiskt fluttur til næsta ár, og tí fara hesar írestandi 20 milliónirnar at falla burtur, tá ein nýggj fíggjarætlan skal gerast. Og tí fari eg at tosa við mínar samgongufelagar um at fáa flutt hesar milliónirnar, so tær í staðin kunnu brúkast til eitt nýtt nólsoyarskip, sigur Jóhan Dahl.

Arbeiðsskapandi
Eitt nýtt nólsoyarskip hevur ikki nakra binleiðis ávirkan á trupulleikarnar við Rituni, men ein partur av strandferðsluflotanum er við at gerast gamal.
- Vit vita, at einir 2000 føroyingar standa uttan arbeiði í løtuni, og tí hevði tað verið at sligið tvær flugur við einum slagi at byrja eitt nýtt nólsoyarskip. Tað hevði skapt nógv arbeiði í einari tíð, har arbeiðsloysi nívir, sigur Jóhan Dahl.
Ein onnur orsøk til, at tað er eitt gott hugskot at byggja nýggja nólsoyarferju, er, at projekteringin longu er liðug, og tí ber til at fara undir arbeiðið so at siga beinanvegin. Og hóast nógv verður tosað um at almenn arbeiðir skulu bjóðast alment út, sær landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki hetta sum ein trupulleika.
- Vit gera jú sjálvi av, hvar og hvussu vit bjóða okkara arbeiðir út. Í hesum førinum er tað púra upplagt, at vit byggja eina nýggja nólsoyarferju í Føroyum. Vit hava neyðuga kunnleikan at byggja skip, og tað hevur eisini týdning at halda hendan kunnleikan við líka, sigur Jóhan Dahl.
Hann sigur, at vit sjálvandi kundu kanna byggiprísin uttanlands, men ein av orsøkunum til at byggja í Føroyum er at skapa arabeiðspláss.

Øll við
Landsstýrismaðurin fer í fyrsta umfari at tosa við sínar samgongufelagar at vita, um undirtøka fæst fyri ætlanini um at nýta tær 20 milliónirnar á kontoini til havrannsóknarskip til eina nólsoyarferju í staðin.
- Eg vildi hildi, at undirtøka kann fáast fyri einum slíkum tanka, tí peningurin annars ikki verður brúktur. Hvussu er við Tjóðveldi og teimum báðum smærru flokkunum er ilt at siga, men best hevði veirð, um eitt einmælt Løgting tekur undir við ætlanini, sigur Jóhan Dahl.
Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at vit longu eru komin langt inn í januar mánað.
- Tað er alt ein spurningur um politiskan vilja. Tað átti at borið til at fingið byrjan upp á verkætlanina, so tær 20 milliónirnar kunnu brúkast í ár, og so ber til at játta írestandi kostnaðin á fíggjarlógini komandi ár, sigur Jóhan Dahl.
Tað týdningarmesta fyri landsstýrismannin er sjálvandi at fáa restina av samgonguni at taka undir við ætlanini, men um tað fer at eydnast at fáa Tjóðveldi við, er ein annar spurningur. Tí tað er eingin loyna, at Tórbjørn Jacobsen hevur havrannsóknarskip sum sítt hjartamál, og gongur neyvan til, at peningur verður fluttur at teirri kontoini – heldur ikki um teir annars ikki kunnu brúkast til endamálið.