Vil fegin hava meiri lív í

Løgtingsformaðurin heldur at tað er synd, at so lítið virksemi er í Gamla Apoteki

- Okkurt má og eigur at verða gjørt við Gamla Apotek.

 

Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

 

Hann sigur, at hølisviðurskiftini hjá Løgtinginum eru til umrøðu í løtuni.

 

Men enn er eingin avgerð tikin yvirhøvur, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at í næstu framtíð verður fundur við Tórshavnar Býráð um Gamla Apotek.

 

- Gamla Apotek er sjálvur miðbýurin í Havnini og tað er synd, at tað er so lítið virksemi er húsinum, sigur hann.

 

Teir politisku flokkarnir hava skrivstovu har, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv, tað verður brúkt, og summir flokkar brúka tað øgiliga lítið, sigur hann.

 

Hann sigur, at bygningurin er eisini illa hildin og hevur avgjørt stórar ábøtur fyri neyðini.

 

Hann heldur, at okkurt eigur at henda við húsinum.

 

- Skal Løgtingið varðveita húsið, verður tað neyðugt við stórum ábøtum, tí tað fellur í órøkt, heldur hann.

 

Hann veit heldur ikki, um Løgtingið kann hava sitandi á sær, at hava eitt stórt hús, sum fellur í órøkt, standandi mitt í Havnini.

 

Tí er hann opin fyri hugskotinum um, at Løgtingið letur onkran annan ogna sær húsið, við tí fyri eyga at fáa meiri lív í tað.

 

Men hann sigur, at yvirtekur onkur annar húsið, verður neyðugt at útvega Løgtinginum onnur høli.

 

Hann veit ikki, hvussu tann trupulleikin kann loysast, men hann heldur, at høvdu Løgtingið og Býráðið kunna samst um eitt slag av gerðarbýti, har Býráðið fekk gamla Apotek, og Løgtingið fekk onnur høli ístaðin, kundi tað verið ein loysn.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at tað átti býráðið at kunna funnið út av, men tað veldst sjálvandi um, hvønn tørv, Løgtingið hevur.