Vil førleikamenna arbeiðsmegina

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt eitt umfatandi uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk fyri Løgtingið. Lógin skal koma í gildi 1. januar 2013

Talan er í veruleikanum um ein arbeiðsreform
- Støðan er jú hon, at tað eru alt fleiri, sum gerast eldri, og tað eru eisini alt fleiri, sum standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin – gerast óarbeiðsfør. Og tað, sum hendan lógin skal tryggja, er at fleiri hendur koma til arbeiðis, so at vit tryggja vælferðarsamfelagið nú og frameftir, sigur Annika Olsen.
Lógin leggur upp til, at nakrar ásetingar fáast inn í lógina sum tryggjar, at fólk fáa møguleika at koma í arbeiði.
- Millum annað er ein áseting í lógini um virkisvenjing. Hevur tú staðið uttan fyri arbeiðsmarknaðin í seks mánaðar, hevur tú møguleika at koma í eina virkisvenjing, sigur Annika Olsen.
Tað verður Almannastovan sum skal tryggja, at virkisvenjingiin riggar, antgin tað so er á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum.
- Støðan er jú tann, at tess longri tú stendur uttan fyri arbeiðsmarknaðin, tess verri verður at koma inn í hann aftur, sigur Annika Olsen.
Talan verður eisini um arbeiðsbúgving, og hetta er eitt nýtt heitið sum kemur inn í staðin fyri endurútbúgving.
- Við hesum ber til at tryggja, at fólk fáa arbeiði upp á sikt, sigur Annika Olsen.
Tað verður eisini í hesum føri Almannastovan sum metir um, hvørt viðkomandi er siktaður at fáa starv.
- Arbeiðsbúgvingin kann verða, at hugt verður eftir, um viðkomandi hevur brúk fyri einari miðnámsskúla útbúgving, ella einari framhalds útbúgving ella kanska eitt vanligt pláss á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Olsen.

Almannastovan metir um
Ætlanin er so, at Almannastovan skal hava eftirlit við, at viðkomandi upp á sikt kann gerast sjálvbjargin við einum arbeiði.
- Tað, sum hevur týdning við hesi lógini er, at tað altíð skal kunna loysa seg at fara í eina arbeiðsbúgving heldur enn at vera á einari forsorgarveiting, og at tað upp á sikt skal loysa seg at taka ein vanligt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Olsen.
Endamálið við lógini er at fáa greiðari reglur um arbeiðsbúgving, og at tryggja, at rættartrygdin er í lagi.
- Tað eru ymiskar ásetingar, sum kunnu nýtast til at arbeiðsbúgva fólk. Tað kann vera ein miðnámsskúla útbúgving, tað kann vera ein útbúgving ðá Fróðskaparsetrinum, ella tað kann vera eitt vanligt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Olsen.
Og tað verður Almannastovan, sum í hvørjum einstøkum føri metir um førleikar og hegni hjá tí einstaka.
- Endamálið er at førleikamenna okkara arbeiðsfólk, at fáa fólk, sum eru á forsorg í eina arbeiðsbúgving, fyri at fáa tey út aftur í eitt vanligt arbeiði, sigur Annika Olsen.
Hetta fyri at framtíðartryggja arbeiðamegina.

Verða til reiðar
Fyri fyritíðar pensjónistar er støðan hon, at teir kunnu arbeiða við síðina av pensjónini, og forvinna upp til 90.000 krónur um árið, uttan at tað verður mótroknað í pensjónini.
- Men tað er sjálvandi ynskiligt, at eisini fyritíðar pensjónistar fáa eitt arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum soleiðis, at teir eisini kunnu førleikamenna seg. Og tann vegin kanska at koma burtur úr fyritíðar pensjónini, tí tað hevði avgjørt verið ynskiligt, sigur Annika Olsen.
Hon heldur tað vera av ógvuliga stórum týdningi, at fólk varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin. Hetta fyri at menna seg sjálvan og hava eitt sosialt umhvørvi.
Hendan lógin, sum skal fáa fleiri hendur í arbeiði, verður løgd fyri Løgtingið í einari tíð við vaksandi arbeiðsloysi.
- Tað er rætt, men vit skulu alla tíðina hava tað í huga, at okkara arbeiðsmegi skal førleikamennast. Og konjunkturarnir skifta alla tíðina, og hóast vit hava ein lágkonjunktur í løtuni, so vóna vit, at tað fer at verða til tað betra, og meðan vit bíða eftir tí, ræður tað um at førleikamenna okkara arbeiðsmegi so vit eru til reiðar, tá konjunkturarnir skifta aftur, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan vísir til, at hendan lógin fer at bøta um hjá okkum, tí hon byrgir upp fyri trupulleikum, sum eisini okkara grannalond stríðast við.

Tillagað starv
Eitt nýtt við lógini er, at vit fáa eina leiðbeinaraskipan.
- Hendan skal tryggja, at tær ásetingar, sum verða settar í verk, eydnast. Vit vita av royndum, at fólk, sum fáa eitt aktiverings tilboð, ikki hevur eydnast, so tað, vit leggja upp til her er at fáa eina leiðbeinaraskipan, sum kann leiðbeina fólki, sigur Annika Olsen.
Talan verður eisini um nýggjar fyriskipanir við vardu størvunnum.
- Heitið vart starv er broytt til tillagað starv. Vit halda, at tað ljóðar heldur stigmatiserandi at kalla tað vart starv, og tí hava vit broytt heiti. Og tað, sum liggur í tí er, at tað verður eitt lønarískoyti, sum verður ásett í lógini, og tað verður arbeiðsgevarin, sum rindar tað, ið arbeiðstakarin leggur eftir seg á arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Olsen.
Hetta er eitt lønarískoyti, sum svarar til hægstu sjúkradagapenga veiting.
- Hetta eru eisini skipanir, sum danir ynskja at broyta, tí skipanin er ógvuliga dýr. Tær hava kortini verið góðar, tí tær hava hildið fólki í samband við arbeiðsmarknaðin, og tað skulu tær eisini frameftir gera, sigur Annika Olsen.
Tíverri hava skipanirnar víst seg at verið rættiliga dýrar, og tí hava tey valt at raðfesta ørvísi.
- Tað verður gjørt á tann hátt, at tey, sum hava lágar lønir í dag fáa ein betri møguleika at styrkja um sínar førleikar. So tað verða broytingar í sonevndu vardu størvunum, sum vit kenna tey í dag, sigur Annika Olsen.
Ein av ásetingunum er, at tað skal kunna bera til hjá fyritíðar pensjónistum at fáa avtalaða løn.
- Tað gongur fyri seg á tann hátt, at ein avtalað løn verður latin fyri fyrifallandi arbeiði, sum liggur undir sáttmálalønini, og tað er sjálvandi av stórum týdningi, at fakfeløgini eru við at tryggja, at alt fer rætt fram, sigur Annika Olsen.
Lógin, sum varð løgd fyri tingið í síðstu viku, kemur í gildi 1. januar 2013.