Vil einki siga

Síðani sunnudagin hava embætismenn hjá Norðurkorea og Suðurkorea fundast í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang. Høvuðsevnini á fundinum hava verið norðurkoreanska kjarnorkuverkætlanin og suðurkoreanski búskaparstuðulin til grannalandið fyri norðan.

Tað vakti ans, tá Norðurkorea í síðstu viku váttaði, at landið hevur kjarnorkuvápn, og í tingingunum í Pyongyang hava suðurkoreanar kravt at fáa at vita, um hetta er so, men norðurkoreansku embætismenninir hava sýtt fyri at svara spurninginum. Teir bendu harafturímóti tosinum inn á tann búskaparliga stuðulin, siga suðurkoreanskir talsmenn.

Í síðstu viku beyð Norðurkorea sær til at sleppa kjarnorkuverkætlanini, men tað var treytað av, at landið fær búskaparligan stuðul úr USA. Hesum vísti Colin Powell, uttanríkisráðharri aftur.