Vil eggja pápum at verða longri í barsilsfarloyvi

Verður barsilsfarloyvið longt, skal øll tann eykatíðin markast til pápan, heldur landsstýriskvinnan í javnstøðumálum

 Nú skulu pápar eggjast til at verða longri í barsilsfarloyvi.

 

Tað ætlar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum. Í dag hevur hon lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu ætlanin er at bøta um javnstøðuna ímillum kynini, og ein partur av tí at at fáa pápar at vera longri í barsilsfarloyvi.

 

Eyðgunn Samuelsen heldur, at barsilsskipanin eigur at vera smidligari, og skipanin eigur í størri mun at eggja pápum at taka barsilsfarloyvi.

 

 

Barsilsskipanin gevur foreldrum rætt til farloyvi í eitt ár eftir barnsburð. Mamman hevur rætt til fýra vikur undan barnsburði, og fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð eru markaðar til mammuna. Fýra vikur eru markaðar til pápan. Eftir 14. viku kunnu foreldrini býta 28 vikur sínámillum.

 

– Loft er sett á útgjaldið, soleiðis at tað loysir seg betur at lata tann av foreldrunum, sum hevur lægri løn, fara í farloyvið.

 

Í Føroyum er støðan kortini tann, at mammurnar taka 93 prosent av barnsburðarfarloyvinum, meðan pápar taka bara sjey prosent.

 

Landsstýriskvinnan vísir á, at fleiri av hinum Norðurlondunum hava markað ein part av barsilstíðini til pápan, og tað vísir seg, at yvirhøvur taka páparnir tær vikur í farloyvi, sum eru markaðar teimum.

 

– Kanningar vísa eisini, at jú longri tíð kvinnurnar eru burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tess størri verður lønargjógvin millum kynini. Og tað vísir seg at fyri hvønn mánað, pápin er í barnsburðarfarloyvi, hækkar framtíðar lønin hjá mammuni við næstan sjey prosent.

 

– At pápar fara í barsilsfarloyvi gagnar ikki bara lønarlagnum hjá kvinnunum, og tí fíggjarstøðuni hjá familjuni, men gagnar eisini pápum og børnum teirra. Royndir vísa nevniliga, at øll familjan trívist betur, tá páparnir eisini fáa møguleika at vera heima hjá børnunum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

– Pápar, sum hava verið í barnsburðarfarloyvi, fáa eitt tættari samband við barnið, og pápar hava stóran týdning fyri kensluligu og andligu menningina hjá barninum.

 

 – At pápar eru saman við sínum børnum tíðliga í lívinum, er gott fyri teirra sjálvvirði og børnini klára seg betur seinni í lívinum.

 

Men Eyðgunn Samuelsen sigur, at umsorganin frá pápunum tænir eisini javnstøðuni, tí børn, sum síggja pápa sín taka lut í dagligu umsorganini, hava minni lyndi at halda seg til siðbundnu kynmynstrini. Eitt nú eru tað ikki so nógvar gentur, sum  velja vanlig konufólkastørv, samstundis sum at fleiri dreingir taka lut í húsligum arbeiði, tá ið teir verða vaksnir.

 

Landsstýriskvinnan heldur, at tað ber til at arbeiða á fleiri økjum fyri at eggja pápum at fara í barsilsfarloyvi.

 

Eitt nú eiga allar vikur, sum verða lagdar afturat barnsburðarfarloyvinum frameftir at verða markaðar pápunum, sigur hon.

 

Hon heldur eisini, at barsilsskipanin eigur at vera smidligari, soleiðis at foreldur í størri mun sjálvi kunnu avgera, nær tey fara í barsil.

 

Og í triðja lagi heldur hon at tað er vert at upplýsa meiri um fyri at gera tað natúrligari hjá pápum at fara í barsilsfarloyvi.