Elizabeth Warren, demokratiskur senatorur fyri statin Massachusetts og eitt av forsetavalevnunum hjá demokratiska flokkinum, krevur í kvøld, at Umboðsmannatingið tekur stig til ein ríkisrætt móti amerikanska forsetanum Donald Trump.
Tað hendir í kjalarvørrinum av, at ein partur av Russlands-frágreiðingini hjá serliga ákæranum Robert Mueller, varð kunngjørdur í dag.
Tað var á sosiala miðlinum Twitter, at hon fyri løtu síðan kravdi, at Umboðsmannatingið fer til verka.
- Álvarsemi í embætismisbrúkinum krevur, at fólkavald umboð í báðum flokkum seta partapolitikk til síðis og røkja teirra skyldu í samsvar við grundlógina. Tað merkir, at Umboðsmannatingið má í holt við tilgongdina at krevja amerikanska forsetan fyri ein ríkisrætt, skrivaði hon á Twitter.

Vil draga Trump fyri ríkisrætt

