Vil breiðka flokkin

Hetta er ein av stóru avbjóðingunum hjá hjá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum. Og her er bæði talan um aldursbýti eins væl og kynsbýti. Og so fer nýggi formaðurin at profilera bleytaru virðini betri

Tað var í fjølmiðlunum lagt upp til tað heilt stóra stríðsvalið um formanssessin, tá Anfinn Kalsberg legði frá sær. Men tað endaði púra ódramatiskt.

Lógir floksins siga, at formaður skal veljast einaferð um árið, á Ólavsøku, og hesaferð var greitt, at Anfinn Kalsberg tók ikki við afturvali einaferð enn. Tað dró tí nakað út við at fáa avgreitt málið, men í gjár bleiv so endaliga avgjørt, at Jørgen Niclasen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum. Hetta eftir at tað stóð greitt, at stórur meiriluti av tingmanningini ynskti at fylgja tilmælinum frá fráfarandi formanninum, sum í longri tíð hevur peikað á Jørgen Niclasen sum eftirmann sín.

Nýggi formaðurin er fegin um álitið, sum floksfelagarnir hava víst honum, men ásannar samstundis, at tað fylgir ein stór ábyrgd við hesum.

- Sum formaður floksins havi eg tríggjar høvuðsuppgávur. Tað er álagt mær at mynda politikkin hjá flokkinum úteftir. Harnæst er tað mín uppgáva at halda saman upp á flokkin, og at enda skal eg standa á odda fyri endurnýggjanini av flokkinum, nakað sum alla tíðina er neyðugt, fyri ikki at verða afturúr sigldur, sigur Jørgen Niclasen.

Hann ásannar eisini, at talan er um stórar uppgávur, og at tað ikki verður lætt at lyfta arvin eftir Anfinn Kalsberg, sum hann heldur hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði hesi seinastu fjúrtan árini.

 

Sjálvbjargin

Ein av fremstu uppgávunum í komandi tíðum, verður búningin av føroyska samfelagnum, bæði búskaparliga og politiskt.

- Tað verður neyðugt at arbeiða fram ímóti at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og politiskt at hava ræði á egnum virðum. Tí verður ein stór, men langt frá ómøgulig uppgáva fyri framman, at gera eina búskaparliga semju millum allar flokkar á tingi, soleiðis at hetta fíggjarliga sjálvbjargni kann verða veruleiki í seinasta lagi í 2015, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at inntøkuvøksturin á fíggjarlógini seinastu árini hevur ligið um 200 milliónir krónur, og verður hendan gongdin hildin, kunnu Føroyar væl og virðiliga verða sjálvbjargnar ár 2015.

- Við verandi búskaparligu gongdini vaksa inntøkurnar á fíggjarlógini við 200 milliónum. Um vit nýta helmingin av vøkstrinum til at betra um vælferðina, og hin helmingin til sjálvbjargni, so kunnu vit uttan trupulleikar verða leys av donskum pengum í 2015, sigur nýggi formaður Fólkafloksins.

At eingin trupulleiki átti at verið við einari slíkari búskaparligari semju byggir formaður Fólkafloksins á, at løgmaður sjálvur hevur lagt upp til, at blokkurin skal verða burtur í 2015. Fíggjarmálaráðharrin hjá Sambandsflolkkinum mælir til at taka pening burtur úr búskapinum, tí hesin er ov heitur, og fullveldissamgongan hevði ætlanir um 15 ára skiftistíð.

Tískil metir Jørgen Niclasen, at tað eigur at gerast lætt at fáa eina semju um búskaparligt sjálvbjargni í 2015.

 

Bleytu virðini

Viðvíkjandi politisku búningini metir Jørgen Niclasen, at hon fyrst og fremst liggur í teimum 22 málsøkjunum, sum enn ikki eru yvirtikin.

- Tað er avgjørt einki, ið forðar okkum í at yvirtaka hesi økini innan 2015. Og tá eru bert tey fáu økini eftir, ið hoyra undir sjálvan suverenitetin. Men fíggjarligt og politiskt frælsi hanga saman, og tí mugu vit eisini í seinasta lagi í 2015 senda ríkisrættarligu støðu Føroya út til fólkaatkvøðu, so fólkið fær talað í hesum máli, sigur Jørgen Niclasen.

Nýggi formaðurin vísir víðari á, at sovæl skattapolitikkurin og vinnupolitikkurin eru merkismál og nakað, sum flokkurin er kendur fyri. Og á teimum økjum ætlar hann sær ikki at vika frá teirri kós, ið alla tíðina hevur verið hildin. Eisini í skúlamálum og kommunumálum vil formaðurin halda fram við positivu broytingunum, ið stungnar eru út í kortið. Men tað eru øki, ið hava haltað, ikki bara hjá Fólkaflokkinum, men í føroyskum politikki sum heild. Og tað eru tey sonevndu bleytu virðini.

- Sosialliberali politikkurin hevur verið lítið frammi í føroyskum politikki. Almannapolitikkurin snýr seg ikki bara um pensjónir og útgjald, men eisini at skapa møguleikar hjá øllum, uttan mun til førleika, at geva sítt íkast til samfelagið, sær sjálvum og samfelagnum at gagni. Tí tað er greitt, at fleiri vit eru um at lyfta, tyngri byrðar lyfta vit, sigur Jørgen Niclasen.

 

Standa saman

Jørgen Niclasen gjørdist yngsti tinglimur nakrantíð, tá hann sum varamaður kom á ting í 1989, bara 20 ára gamal. Nú er hann so valdur til í løtuni yngsta floksformann á tingi. Og tað er ein av stóru avbjóðingunum at seta nýggjar, ungar kreftir við.

- Vit hava nógvar dugnaligar tilkomnar kreftir í flokkinum, men vit vænta og arbeiða fram ímóti at fáa størri íslett av yngri fólki, bæði monnum og kvinnum í flokkin. So tað verður eitt av aðalmálunum, at breiðka flokkin, bæði í samanseting og aldri, sigur Jørgen Niclasen.

Men tað allarfyrsta, sum nýggi formaðurin má fara í holt við, er at fyrireika flokkin til komandi løgtingsval, sum verður í seinasta lagi í januar komandi ár.

- Tað er rætt, at tíðin ikki er so long til komandi val. Men flokkurin eigur nógvar og góðar kreftir, og standa vit saman, eri eg ikki í iva um, at flokkurin fer at standa seg væl til komandi løgtingsval, sigur nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

 

 

Formenn Fólkafloksins:

 

Jóannes bóndi Patursson 1940-46

Thorstein Petersen 1946-51

Hákun Djurhuus 1951-80

Jógvan Sundstein 1980-93

Anfinn Kalsberg 1993-2007

Jørgen Niclasen 2007-

 

 

 

 

FAKTA

 

Um Jørgen Niclasen

 

Føddur 17. Januar 1969

 

Giftur 12. Apríl 1995 við Annulenu Vest, fødd Joensen

 

Børn: Linda (1993), Ásvør (1995), Julian (2001)

 

Yrki: Stjóri í Sp/f Niclasen

 

Politisk yrki: Varamaður á tingi 1989-90 og 1991-93

Tingmaður síðan 1994

Landsstýrismaður í fiskivinnumálum 1998-2003

Formaður í tingbólki Fólkafloksins 2004

Formaður Fólkafloksins 2007