Talan er um einasta fólkavalda sjálvstýrisfólk uttan fyri tingbólkin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, varaborgarstjóra í Klaksvík.
Hann bjóðar seg nú fram sum nýggjan formann floksins. Hann vísir á lemjandi ósigurin á fólkatingsvalinum og stríðið millum Kárarnar og um, at fleiri sjálvstýrisfólk hava vent flokkinum bakið.
Eftir at Kári á Rógvi boðaði frá fólkatingsvalkvøldið, at hann legði frá sær, so Kári P. Højgaard sagt, at hann fegin tekur eitt tørn afturat.
Mong halda, at Kristianna Winther Poulsen hevur góðan kjans at verða vald sum einasta umboð floksins á tingi. Men tá nú tann ungi varaborgarstjórin í Klaksvík leggur upp í formansstríðið, so tey í øllum førum ein skarpan gang.









