Vil býta Kringvarpið sundur í tvey

Tað er týðiligt, at Útvarpið og Sjónvarpið ikki eru óheft av hvørjum øðrum, heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, og tí vil hann hava skott ímillum.

 

Tað er spell, at Útvarpið og Sjónvarpið í Kringvarpinum hava eina felags tíðindadeild, við einum felags tíðindaleiðara, og tað er týðiligt, at verandi tíðindaredaktiónir ikki hava virkað óheftar av hvørji aðrari.

Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at broyta Kringvarpið, soleiðis at Útvarpið og Sjónvarpið fáa hvør sína tíðindadeild við hvør sínum tíðindaleiðara.

 

Tað var annars Jógvan á Lakjuni sjálvur, sum legði Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein stovn , tá ið hann var landsstýrismaður í mentamálum í 2004.

 

Men hann sigur, at endamálið varð ongantíð, at tíðindadeildin í Sjónvarpinum, og tíðindadeildin í Útvarpinum skuldu leggjast saman í eina felags tíðindadeild við felags tíðindaleiðara.

 

Hann sigur, at tað var sagt bæði greitt og týðiliga, at fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindatænastuni skuldu framvegis vera tvær tíðindadeildir, sum arbeiddu óheftar av hvørji aðrari.

 

Men ístaðin gekk tað hinvegin, tí í 2008 fekk Kringvarpið nýggjan leiðslubygnað, har ein tíðindaleiðari varð settur bæði fyri Ú́tvarp og Sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis at orðingin um at Kringvarpið skuldi hava tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir, varð broytt til tað skuldi hava tvær tíðindaredaktiónir.

 

– Sagt varð, at nú skuldi talan vera um redaktiónir, ikki um tvær tíðindadeildir, og orðið »sjálvstøðugar« varð tikið burtur.

 

Jógvan á Lakjuni heldur at Kringvarpið skal fara aftur til upprunaligu ætlanina, tí hann heldur, at tað er týðiligt, at verandi tíðindaredaktiónir ikki hava virkað óheftar av hvørji aðrari.

 

– Tað er sera týdningarmikið, at tíðindaflutningurin er fjøltáttaður og at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt. Og hann heldur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at tíðindi, og annað tilfar, verða tikin upp á fleiri støðum, sum ikki hava samband sínámillum, og at verulig kapping er á økinum.