Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur at skipanin við einum valdømi hevur roynst so illa, at hann umhugsar at leggja uppskot fyri tingið, um at fara frá núverandi tingskipan. Tað sigur hann við Kringvarp Føroya, ið hevur loddað dýpið millum fleiri politikarar, nú tað 25. oktober eru tíggju ár liðin síðan valskipanin bleiv broytt.
- Eg umhugsi av álvara at leggja uppskot fram um at fara aftur til sjey valdømi ella eina aðra skipan. Tí skipanin við einum valdømi er ikki betur, sigur Jørgen Niclasen við KVF.
Við Kringvarpið sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, at hann er farin at kanna, um undirtøka er fyri at broyta skipanina í løgtinginum, og er hann sinnaður at broyta tað til eina aðra skipan enn hana, ið var galdandi fyri tíggju árum síðan.
Kringvarpið hevur spurt fleiri av teimum tingmonnum, ið fyri tíggju árum síðan greiddu atkvøðu í málinum, og enn eru aktivir í politikki, um tey hava broytt hugsan, og staðfest, at nærum eingin broyting er at hóma.
Henrik Old og Páll á Reynatúgvu atkvøddu nei fyri tíggju árum síðan til eitt valdømi, og høvdu gjørt tað sama nú, meðan Edmund Joensen, Jenis av Rana og Kaj Leo Holm Johannesen, ið atkvøddu fyri einum valdømi, høvdu eisini atkvøtt fyri tí í dag.
Jørgen Niclasen finnur møguliga ein samsintan í Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, sum á sinni atkvøddi fyri einum valdømi, men sum nú sigur við Kringvarpið, at hann er sinnaður at endurskoða skipanina og kanna aðrar skipanir.










