Aftur í ár skipar Sandavágs Fornminnafelag fyri vikuskiftistiltakið á Slættanesi, tiltakið verður nú um vikuskiftið 23. og 24. august. Í skúlanum verður myndaframsýning av flólki og bygdalívi á Slættanesi.
Leygarkvøldið: Í skímingini spælir Knút Olsen fíól í skúlanum, stykkir av Ole Bull. Marjun Dalsgarð og Egin Markná hugleiða um barna- og summarminni á Slættanesi. Dansifelagið Tøkum Lætt kemur at dansa á miðnátt leygarkvøldið, seinni um náttina verður Syngið Við-løta, har Tummas Heri Thomassen og Knút Olsen spæla harmoniku.
Sunnudagin: Kl. 14:00 verður guðstænasta í skúlanum, har Theodor Olsen prædikar.
Í samband við tiltakið gerð Vága Ríðingafelag túr úr Miðvági leygardagin kl. 15:00 og gongutúrur verður av Oyrargjógv kl. 14:00.
M/b Ólavur, sum røkti rutusiglingina um Vestmannasund, siglir fríggjakvøldið kl. 20:00 av Oyrargjógv.
Leygardagin siglir Ólavur fleiri túrar av Oyrargjógv, fysti túrurin verður kl. 14:00 og hann heldur á til kl. 20:00 - Kl. 23:00 siglir Ólavur av Slættanesi á Oyrargjógv.
Sunnudagin siglir Ólavur av Oyrargjógv kl. 13:00 og heimaftur aftaná guðstænastuna.