- Sára hevur verið mín fylgisveinur, og eg sakni ómetaliga nógv hugnaløturnar hjá okkum, sigur Pál Weihe í stórari samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum.
- Hjá 68 ára gamla yvirlæknanum Pál Weihe byrjar arbeiðsdagurin klokkan fimm á morgni. Arbeiðið er hansara lív, og hann ætlar at halda fram, so leingi heilsan er góð. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. – Eg var ómetaliga dovin, tá eg las til lækna, og fyrstu árini dumpaði eg í øllum. Hevði eg ikki møtt konuni tá, so hevði eg helst ongantíð blivið lækni, sigur Pál Weihe, sum umframt at vera granskarin, ið ávarar móti at eta grind og spik, eisini er vertskapsmaður burtur av og er góður í ráðum, tá um ræður at halda lív í parlagnum.
Vikuskiftis Sosialurin er til keyps í sølustøðum í kvøld. Umframt samrøðu við Pàl Weihe kanst tú lesa stórt tema um cystiska fibrosu. Millum anmað ber til at lesa samrøðu við Ragnar Isaksen, sum sigur, at tey við sjúkuni kempa fyri lívinum. Tú kanst eisini lesa um politiska korrektheit, javnstøðu og málburð í hesum sambandi. Les um ítrótt, klummur, politikk og mangt annað.










