Vikuskiftiskapping í Havn

Eins og í fjør, skipaði Havnar Telvingarfelag fyri FM upphiting.

Fjúrtan telvarar vóru við, eingin omanfyri 1800 í rating, men hinvegin var púra opið og eingin beinleiðis favorittur.
Kappingin varð eisini jøvn, og endin varð, at Jaspur T. Gaard vann við 4 stigum av 5 møguligum. Hjalti T. Jógvansson fekk eins nógv stig, men mótstøðustigini hjá Jaspuri vóru eitt vet betri. Nr. 3 varð Birgi Hansen.