Vikuskiftið í Maverick

Cowboy barrin í Klaksvík, Maverick, hevur mangt stuttligt og áhugavert at bjóða til

vikuskiftið. Hósdagin verður tað Pub Quiz, har sjálvur Ólavur Presley frá bólkinum Dirty Rag Rags

er Pub Master við knívskørpum spurningum.

 

Fríggjadagin er Karoke á skránni, har tú kanst hugna tær við tínum vinmonnum ella

vinkonum við karoke. Planurin hjá Maverick er at stíla fyri einari Karoke kapping í

nærmastu framtíð, har møguleikin er at vinna eitt gávubræv. Nærri fæst at vita um

hetta í barruni ...

 

Leygarkvøldið verður tað live tónleikur við Jákup Lind Dam, sum júst er í holt við

at geva eina fløgu út. Jákup Lind Dam varð ógvuliga væl móttikin á Sjómannadegnum,

har hann sang bæði fólkatónleik, stillan tónleik, popp tónleik og rock tónleik