Áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her.
Seinastu vikurnar hava vit fingið endaleysar áminningar um, at vit skjótt verða gomul – tey, sum ikki longu eru tað – og at vit skjótt fara at doyggja – tey, sum ikki longu eru deyð. Tað skal eftir øllum at døma verða eitt gott sølutrick.
Kanska eru vit við at verða har, at vit hava hoyrt nóg mikið um tað, sum hendir áðrenn vit hava vent okkum. Fyri nógv fólk snýr tað seg ivaleyst um at hugsa sum minst um tað.
Men framtíðin kemur – av sær sjálvari, sigst. Og framtíðin er her. Og eisini Vikuskifti. Eftir eitt summar við feriu, eitt sindur av sól, nógvum tiltøkum kring landið, ferðum uttanlands og øllum tí, sum hoyrir til, er heystið fyri framman.
Her í blaðnum merkir tað, at vit nú aftur kunnu bjóða okkara lesarum Vikuskifti hvønn fríggjadag. Í summar hevur Vikuskifti hvílt seg, men í dag fara vit undir eina nýggja sesong við vikuskiftisblaðnum í Sosialinum.
Vikuskifti bjóðar tykkum lesarum fjølbroytt lesistoff til vikuskiftið. Vit gera samrøður við fólk, sum eru frammi, hava okkurt uppá hjarta og eru áhugaverd fyri lesararnar. Vit geva eisini góð ráð um rák, sum eru frammi í tíðini, og hava klummur við skiftandi skribentum. Vit leita aftur um persónar, hendingar og ymisk viðurskifti í samfelagnum, og vit fara eisini at taka okkum av løttum og skemta eitt sindur.
Hóast rákið innan miðlarnar er, at alt skal ganga skjótt fyri seg, helst skjótari enn nakar megnar at fylgja við í, so er framvegis brúk fyri einari vikuskiftisavís, har tað ber til at seta seg niður og lesa nakrar longri greinar. Sosialurin vil við Vikuskifti royna at geva sínum lesarum áhugaverdar samrøður, spennandi greinar, góð ráð, undirhald og bakgrund.
Vælkomin til ein nýggjan vetur við Vikuskifti – og gott vikuskiftið!