VikuBlaðið – Føroya mest lisna blað

Nýggjasta kann­ingin hjá Gall­­up um lesaratøl hjá bløð­u­n­um vísir, at VikuBlaðið nú er Før­oya mest lisna blað.

VikuBlaðið kemur út í hvørt hús í land­i­num mána­­kvøld, með­an ó­keyp­is Dimma­­­lætt­­ing kem­ur miku­kvøld.
Sambært Gallup, so eru tað 61 pro­sent av Føroya fólki, sum hava lisið sein­astu út­gávu av Viku­­Blað­num, með­an 59 prosent hava lis­ið sein­astu út­gávu av ó­keyp­is Dimma­lætt­ing. Næst á list­a­num eru tann Dimma­lætt­ing, sum ikki er ó­keyp­is og Sos­ial­ur­in við á­vik­a­vist 41 og 39 pro­sent­um.
Kanningin vísir eisini, at nógv fleiri fólk lesa Viku­Blaðið og ókeypis Dimma­lætt­ing enn reklam­u­bløð­ini, sum koma út hvørja viku. Tað er bara Sam­keyp­blaðið, sum kem­ur upp á sama støðið.
Kanningin vísir eisini, at norð­oy­ing­ar eru ser­liga glað­ir fyri Vik­u­Blaðið, tí 73 pro­sent av norð­oy­ing­um lesa Viku­Blað­ið, at tjóð­veld­is­fólk lesa ó­keyp­is Dimma­lætt­ing, með­an velj­ar­ar hjá teim­um smáu flokk­u­num hava hægstu lesara­tøl­ini hjá Sos­i­al­inum, og at javnaðarfólk lesa líka nógv Dimm­a­lætting sum Sos­ialin.
Tølini fyri onnurbløð eru hesi:

Gratisávísin: 31 prosent
SMS-Blaðið: 29 prosent
Kvinna: 29 prosent
Norðlýsið: 20 prosent
Norðlýsið: 19 prosent

Í komandi viku er tað eitt ár síðani, at Miðlahúsið yvirtók VikuBlaðið. Tann avtalan varð undirskrivað 2. juni í fjør, og fysta VikuBlaðið frá Miðlahúsinum varð borði út við Posta mánakvøldið 6. juni í fjør.