Viktoria Drotning

Mánadagin eru hundrað ár liðin síðani bretska Viktoria drotning andaðist 81 ára gomul.

 

Henda tiltikna bretska drotningin andaðist á Osborn slottinum á oynni Wight. Tá hevði hon rátt fyri borgum ? og ikki minst altjóða siðaarvi ? í 63 ár. Undir Viktoriu gjørdist Stórabretland heimsveldi, sum hevði ræði á fjórðaparti av Heiminum.

Í Evropa fevndi vald hennara um Stóra Bretland, Írland, Gibraltar, Malta og Kypern. Í Afrika taldust ikki færri enn tólv lond, í Asia fýra ? teirra millum India ? í Norðuramerika Kanada, Bahama- og Bermudaoyggjar, í Miðamerika Jamaika og Honduras og í Suðuramerika landið Guyana. Avstralska heimspartin átti Bretland so at siga allan um hetta mundið; Avstralia, Nýsæ-land og Nýguinea. Afturat hesum kemur alt havøkið og allar tær mongu oyggjarnar á heimsins høvum.

Tað var bretski forsætisráðharrin Benjamin Disraeli, sum í 1877 gav Viktoriu drotning heitið keisarinna av Indiu.

Viktoria drotning hevði stóra ávirkan á samtíðina. Av meiri tímiligum slagi kann nevnast, at bretska útflutningsvirðið øktist hálvu fimtu ferð og at innlendska jarnbreytakervið tíggjufaldaðist í hennara tíð.

Eftir at hon doyði, varð blómandi bretska borgarligheitin í hesum tíðarskeiði nevnd ?viktoriansk?. Viktoria Dotning varð fødd 24. mai 1819. Tá hon doyði, tók elsti sonurin við trónuni undir navninum Edvard VII. Sum krúnprinsur var hann alt annað enn ?viktorianskur?.