Viktor Wagner venur við NSÍ

Fyrrverandi spælari hjá Wolverhampton venur við NSÍ í dag

NSÍ hevur í dag vitjan av Viktor Wagner Pedersen, sum skal venja við vespunum komandi dagarnar. 20 ára gamli miðverjin hevur eina fortíð sum ungdómsspælari í enska felagnum Wolverhampton.

 

- Ja, tað passar at vit hava ein miðverjan til royndarvenjing. Ætlanin er at styrkja um verjupartin, sigur Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ.

 

Viktor Wagner Pedersen hevur í seinastuni spælt við Thisted, eftir at FC Vestsjælland fór á heysin.

 

Fyri NSÍ kemur tað illa við, at Johan Jacobsen møguliga ikki verður tøkur til seinnu hálvu vegna útbúgving.

 

- Nú skulu vit líka fáa staðfest hvussu støðan hjá honum verður, men um hann skal niður í útbúgvingarørindum, so leita vit eftir einum avloysara, sigur Sonni L. Petersen.

 

Eisini kann nevnast, at NSÍ hevur skift hjálparvenjara. Harry Knudsen hevur valt at gevast, tí stundir eru ikki til at verða hjálparvenjari. Í hansara stað kemur Djón N. Joensen.