Fyrrverandi russiski forsætisráðharrin Viktor Tjernomyrdin doyði í dag eftir langa sjúkralegu. Hann var 72 ára gamal.
Viktor Tjernomyrdin var ein av teimum fremstu politikarunum, sum vóru við í skiftinum frá Sovjetsamveldinum til Russland. Hann var forsætisráðharri frá 1992 til 1998 og stóð saman við Boris Jeltsin, forseta á odda fyri Russlandi, tá landið fór frá kommunistiska planbúskapinum til kapitalistiskan marknaðarbúskap.
Í 2001 varð Viktor Tjernomyrdin tilnevndur russiskur sendiharri í Ukraina. Tað starvið røkti hann til í fjør, tá hann gjørdist ráðgevi hjá Dmitrij Medvedev, forseta.
Tjernomyrdin var ein av oddamonnunum í tí risastóra orkufelagnum Gazprom, og hildið verður, at hann var eisini ein av teimum størstu partaeigarunum í felagnum.