Tað gongur væl hjá Viksund Båt AS í Noregi, og tað eru serliga frítíðarbátar, sum verða smíðaðir. Dagligi leiðarin og høvuðseigarin í gomlu bátafyritøkuni, Rune Viksund, sigur við Fiskaren, at hann er nøgdur við árið 2006. Inntøkurnar vuksu úr heili 83 miljónum norskum krónum í 2005 upp í 99 miljónir krónur í 2006. Í 2002 vóru inntøkurnar hjá Viksund Båt AS 43 miljónir norskar krónur.









