Viknar við dýrari olju

- Tað kann ikki vera rætt, at eftirlitistúrarnir hjá Brimli og Tjaldrinum skulu fækka, so hvørt sum oljan dýrkar, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Fiskiveiðieftirlit

Ein partur av samlaðu útreiðslunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum er olja, sum vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, brenna, meðan tey útinna sínar eftirlitsuppgávur og hjálparuppgávur á havinum.
Men oljan er dýr, og hetta sæst eisini aftur á útreiðslusíðuni hjá eftirlitinum.
Eitt dømi um, hvussu dýr oljan í veruleikanum er, er leitingartúrurin hjá Christiani í Grótinum og Norðborg herfyri, sum Kristian Martin Rasmussen og synir varða av.
Í samrøðu við Sosialin segði reiðarin, at skipini leitaðu eftir svartkjafti í eina viku, og bara hesa vikuna brendu tey olju fyri heilar 5 miljónir krónur!
Fiskiveiðieftirlitið hevur eina játtan, og tá ið henda játtan hevur sítt "loft", merkir tað, at ráð eru til minni sigling við dýrari olju.
- Eg haldi ikki, at vit sum fiskivinnutjóð kunnu liva við hesum, sigur landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum fleiri ferðir hevur gjørt vart við hetta.
Hann heldur ikki, at dygdin í fiskiveiðieftirlitinum eigur at hanga saman við, hvørt oljan er dýrari ella bíligari.

Norðmenn raskari
Norskir línubátar, sum í hesum døgum liggja á Havnini og bíða eftir sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg, kunnu á sama túri bæði veiða í føroyskum sjógvi og í ES-sjógvi. Hetta setir stór krøv til okkara fiskiveiðieftirlit.
Bjørn Kalsø vísir á, at føroyskir myndugleikar sambært sáttmálanum kunnu krevja av norsku línubátunum, at teir møta á einari ávísari leið til kanningar, tá ið teir koma í føroyskt øki.
- Biðja vit um hetta, kunnu skipini ikki nokta, sigur hann.
Landsstýrismaðurin heldur tó, at fáar tjóðir hava eitt so virkið fiskiveiðieftirlit sum norðmenn, og hann kundi hugsað sær, at okkara eftirlit í ávísum førum var uppaftur betur.
- Í øllum førum haldi eg tað vera skeivt, at okkara eftirlit yvirhøvur skal vera tengt at oljuprísunum, sigur Bjørn Kalsø.
Føroysku flakatrolararnir eystanfyri hava eisini loyvi at royna bæði í norskum sjógvi, russiskum sjógvi og í Svalbards-økinum á sama túri.
- Men eg haldi, at norsku myndugleikarnir eru dúgligari at fremja eftirlit, enn vit eru, sigur landsstýrismaðurin.