Viknaður búskapur

Europeiski búskapurin tykist í løtuni standa veikari, enn roknað varð við.
Í fjør var samlaði búskaparligi vøksturin í Europa 1,6%, og er hetta 0,2% minni enn tað, sum roknað varð við. Samsundis hevur prísvøksturin ? frároknað olju og mat ? verið niðanfyri tey 2%, sum ECB hevði roknað við.
Ein orsøk til lítla búskaparvøksturin er gongdin í Týsklandi, har talan var um negativan búskaparvøkstur á 0,2% í fjórða ársfjórðingi.
(kelda: Útlit og Rák, Kaupthing Føroyar)